2015-02-12 20:09
Sí niðanfyri hvat bankarnir skriva á heimasíðum sínum:
Eik lækkar aftur rentuna
12-02-2015Nú verður enn bíligari hjá kundum í Eik at fíggja bústaðin og bilin. Lægsta bústaðarlánsrenta lækkar niður í 3,15 prosent, og lægsta bilrenta niður í 3,95 prosent
Rentustøðið í londunum rundan um okkum lækkar støðugt í løtuni, og Eik tillagar nú útláns- og innlánsrentur tilsvarandi.
Einstakar innlánsrentur lækka við upp til 0,5 prosentstigum, meðan einstakar útlánsrentur lækka við upp til 0,55 prosentstigum.
Eitt samlað yvirlit yvir rentubroytingarnar verður tøkt á heimasíðuni 16. mars 2015, tá broytingarnar fáa gildi.
BankNordik lækkar rentuna12-02-2015
Í kjalarvørrinum av altjóða rentulækkingini fremur BankNordik eina rentulækking á bæði inn- og útlánum.
Rentustøðið í krónum er nógv lækkað í síðstuni, tí fremur BankNordik enn eina rentulækking. Lægsta bústaðarrenta í fyrimunaskipan bankans lækkar niður í 3,10 prosent. Lægsta bilrenta lækkar niður í 3,95 prosent. Aðrar inn- og útlánsrentur lækka við upp til 0,75 prosentstig.
Broytingarnar fáa gildi mánadagin tann 16. mars 2015. Tá verða nýggju prísirnir at síggja á heimasíðu bankans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald