Gail Ross, kommunustýrisumboð í Wick í Skotlandi, skrivaði fyrradagin bræv til Jógvan Skorheim, borgarstjóra. Í brævinum boðaði hon frá, at Wick ikki vil setast í samband við Klaksvík, so longi føroyingar drepa grind.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri sigur soleiðis um málið: ???Fyri okkum merkir eitt vinarbýarsamstarv ikki, at onnur hava rætt til at seta krøv til okkara mentan. Ein partur av vinarbýaravtaluni er, at vit stuðla mentanini hjá hvørjum øðrum. Tá ið kommunustýrisumboð úr Wick so skrivar, at tey ikki vilja kennast við grindadráp, so er avgerðin um at kvetta ikki ring at taka hjá mær???.
Grundgevingin úr Wick fyri at kvetta sambandið við Klaksvík er, at grindadráp eftir teirra meting ikki kann kallast siðvenja, og at tað er óneyðugt og óreint at drepa grind: ??? Teir (hvalirnir red.) hava kenslir. Teir hava sín egna samskiftishátt og teir skapa sosialar bólkar. At reka teir inn á eina strond og drepa teir framman fyri familjum teirra er onki minni enn ómentað???, skrivar Gail Ross.
Borgarstjórin svaraði skjótt kommunustýrisumboðnum aftur, at grindadráp gongur fyri seg á burðardyggan, skipaðan og rættan hátt, og at ???valið ímillum vinarbýarsamstarv við Wick og okkara rætt til at drepa grind á burðardyggan hátt er ikki torført???. Eftir hetta samskiftið við kommunustýrisumboðið heldur borgarstjórin ikki, at vinarbýarsamstarvið millum Klaksvík og Wick skal halda fram.
Umvegis leinkjuna niðanfyri ber til at lesa svarið, sum borgarstjórin sendi til kommunustýrisumboðið í Wick, Gail Ross.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald