JN

Avtalan haldast, takk. Bummurin burtur ??? nú

...

2016-08-13 13:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í ??lavsøkurøðuni nevnir løgmaður, at lánið tilVágatunnilin ER afturgoldið.

Vit vita, at fyri árum síðani varð púra greiðavtala gjørd, at tá lánið var afturgoldið, var liðugt at gjalda bummgjald.  

Allir føroyingar vita, at tað var avtalan.

Reint lógartekniskt er tað ólógligt at krevjapening inn, tá lánið er afturgoldið.

Men løgmaður , ið er løgfrøðingur, sigur, atnú ???er grundarlag fyri at endurskoða príspolitikkin hjá felagnum???. Í lóginistendur púra greitt, at felagið skal avtakast.

 

Í brotinum um Vágatunnilin stendur íløgmansrøðuni, at ???arbeitt verður við eini samhaldsfastari samferðsluloysn fyrialt landi.???

Tað hevur ongin nakað ímóti.

Men ein  samhaldsføst skipan hevur ONKI at gera viðbummar um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Tí er brotið heilt skeivt plaserað íløgmansrøðuni, og ein kann fáa illgruna um, at nakrir politikarar ynskja leypafrá eini greiðari avtalu.

Tað kann ikki góðtakast. Hvørki so ella so.

 

Politiski myndugleikin skal vita, at avtalan,ið varð gjørd SKAL haldast- Bummurin burtur tá lánið er afturgoldið.  Nú er afturgoldið um Vestmannasund ??? ogbummurin skal burtur smb lógini.

Um stutta tíð verður Norðoyatunnilinafturgoldin- og tá skal bummurin burtur har eisini ???

Tí tað var og er avtalan. Og avtalur skuluhaldast.

 

Heilsan Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder