Ítróttur

Auður kom til Porkeris í gjárkvøldið

...

2013-07-24 14:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um 9 tíðina í gjárkvøldið kom íslendski róðrarbáturin Auður á Porkeri, eftir at hava róð langa teinin úr Orknoyggjum, nógv fólk var komið til Porkeris at taka ímóti íslendska róðrarbátinum.

Ferðin byrjaði fyri einari viku síðani, og ætlanin var, at ferðin skuldi taka 5 dagar.Tá teir nærkaðust Føroyum, brotnaði róðrið, og restin av ferðini var ógvuliga strævin og ikki sørt vandaleys.

Manningin fer nú at hvíla seg og at umvæla bátin, og í vikuskiftinum verður róð til Havnar til ólavsøku, tað skrivar www.sudurras.fo har myndin eisini er frá, myndina hevur Sigmundur Olsen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder