Fyri løtu síðani vórðu Ársins leiðarar 2015 kosnir. Hetta er 11??? ferð, at Ársins leiðarar verða kosnir í Føroyum. Synergi samskipar tiltakið.
Innan tað almenna gjørdist Eyðun Mørkøre frá TAKS Ársins leiðari 2015.
Ársins almenni leiðari Eyðun Mørkøre, TAKS:
Dómsnevndin sigur í síni grundgeving:
- Eyðun hevur gjørt TAKS til ein modernaðan og tænastusinnaðan stovn við góðum umdømi.
- Stovnurin er blivin sjónligari við fleiri góðum átøkum, har hann á skynsaman hátt fyrisitur lógargrundarlagið hjá TAKS
-Hann hevur ment samskiftismøguleikarnar við kunningartøkni, so tað er einfalt og lætt hjá viðskiftafólki at avgreiða síni viðurskifti.
- Eyðun er ein dugnaligur og fyrikomandi stjóri, ið tekur ábyrgd og tryggjar, at stovnurin er eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólkið trívist.
Innan tað privata gjørdist Atli Gregersen frá HiddenFjord Ársins leiðari 2015.
Dómsnevndin sigur í síni grundgeving:
Ársins privati leiðari Atli Gregersen, HiddenFjord:
- Atli er ein dugnaligur og framskygdur vinnulívsmaður.
- Hann hevur gingið á odda fyri at skapa góðar vinnuligar og umhvørvisligar karmar fyri alivinnuna.
- Atli er tilvitaður um at framleiða matvøru av høgari góðsku til kræsnar gómar kring allan heimin.
- Hann hevur eitt gott orð á sær sum ein starvsfólkaleiðari, ið við átøkum skapar trivna fyri arbeiðsfólkið.
??ll kunnu tilnevnda kandiatar til heiðurin, ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina.
Í dómsnevndini sita Jóannes Jacobsen, Fróðskaparsetur Føroya, Gunnleyg Durhuus, sjálvstøðug vinnurekandi og Ragnar Joensen, Marine Harvest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald