Vinna

Atli Gregersen: Lúsavandin er ovurstórur

...

2015-01-16 19:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Atli Gregersen stjóri á Hiddenfjord alifyritøkuni sigur, at trupulleikin við laksalúsini er nógv størri en vit geva okkum far um. Hann sigur, at gongdin er raðandi og at tað saktans kann enda við eini vanlukku fyri alingina.

Trupulleikin er at tey vanligu avlúsingarevnini virka ikki longur. Tí er neyðugt og ongantíð ov skjótt at finna nýggjar útvegir at basa laksalúsini, ella rættari sagt, at halda henni so væl niðri sum møguligt.

Í fjør byrjaði Hiddenfjord at keypa ronkilsi, sum síðan eru roynd í aliringunum, sum Hiddenfjord hevur í Vágum t.v.s. Sandavági, Miðvági og Sørvági.

Tær royndirnar hava verið so mikið góðar, at Hiddenfjord nú hevur gjørt sáttmála at keypa meira enn 400.000 ronkilsi úr Íslandi, sum verða sett í allar aliringarnar teir hava.

Vit á JN.fo fingu eitt prát við stjóran á Hiddenfjord - Atla Gregersen í morgun. Atli var ógvuliga álvarsamur í prátinum í morgun, hann undirstrikaði fleiri ferðir hvussu álvarsom støðan er - flest øll alibrúk liggja á markinum og so er spurningurin hvønn veg kurvin fer at fara - tað kann lættliga gerast ein katastrofa fyri alingina og harvið eisini fyri Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder