2014-11-29 00:42

Atlantsfarið, sum hevur verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi, gjørdi skjótt av, teir vóru á feltinum í 7 timar og hava nú sett kós móti Føroyum, við 1.080 tonsum av makreli í lastini. Atlantsfarið hevur nú fiskað makrelkvotuna.
Atlantsfarið skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði seinnapartin í morgin, men teir koma at bíða eftir landingartørni.
Les eisini: Christian í Grótinum landar makrel í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald