Ítróttur

Atlantic Airways: VÍF nýtt oddalið - KÍF tapti fyri StÍF

...

2013-12-08 22:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmenningar máttu spæla uttan stórleikaran Filip Jojic, sum bleiv skaddur beint áðrenn dystin ímóti H71 í dag, men VÍF-manningin gjørdi sína skyldu, teir vunnu ein spennandi dyst ímóti H71, úrslitið gjørdist 29-27 eftir at støðan var 15-14 í hálvleikinum.

VÍF hevur við sigrinum í dag lagt seg ovast í Atlantic Airways-deildini, við tað at toppliðið KÍF mátti lúta fyri StÍF í dysti á Skála.

VÍF: Eli Múller, Sámal Joensen 2, Julian Olsen 1, Áki Egilsnes 7, Andrias Eriksen 2, Niklas Simonsen, Bárður Brimvík, Holgar Durhuus 4, Tóki Seloy, Sjúrður Nielsen, Sámal J. Djurhuus 4 og Agnar Joensen 8.


H71: Ári Dam, Tórhaldur Kousker, Rúni Højgaard 6, Bogi G. Davidsen 5, Birgir Poulsen 1, Jóans Djurhuus 2, Bogdan Florea 6, Sigmundur Dahl 1, Sigmundir Nolsø 1, Hallur Biskupstø 3, Andor Sivertsen Tróndur Arge 3 og Djóni Højgaard.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 6-4

15. min. 7-8

20. min. 12-10

25. min. 13-11

30. min. 15-14

35. min. 16-16

40. min. 19-18

45. min. 21-19

50. min. 23-22

55. min. 25-22

60. min. 29-27

Áskoðarar: 425

Støðan

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 11 347 297 50 16
2 KÍF 10 292 241 51 14
3 H71 10 269 262 7 11
4 StÍF 11 299 308 -9 10
5 Neistin 10 266 281 -15 10
6 Kyndil 10 247 266 -19 7
7 Team Klaksvík 10 255 320 -65 4

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder