Tíðindaskriv frá Atlantic Airways týsdagur 27. januar 2015
Atlantic Airways flýgur við framkomnastu tøknifrøði í Evropa
Airbus 319 flogførini hjá Atlantic Airways flúgva við framkomnastu tøknifrøði í Evropa, RNP AR 0,1. Hesum boðar Airbus-samtakið frá eftir seinastu dagføring av tøknifrøðini
Atlantic Airways gongur á odda, tá tað snýr seg um framkomna navigatións-tøknifrøði, staðfestir Airbus-samtakið. Tey trý Airbus 319 flogførini hjá føroyska flogfelagnum eru øll útgjørd við tøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar.
Talan er um eina tøknifrøði grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini er sameind við vanligu ILS-skipanina á flogvøllum, og sum samanlagt er eitt sera neyvt tól til innflúgvingar og útflúgvingar. Sambært Airbus er Atlantic Airways fyrsta flogfelagið í heiminum at nýta RNP AR 0,1 og ILS sameint í eitt amboð til inn- og útflúgvingar. Føroyska flogfelagið hevur í fyrstu atløgu lagað sameiningina av RNP AR 0,1 og ILS eftir Vága Floghavn, sum harvið er fyrsti flogvøllur í heiminum, har hesin framferðarháttur verður nýttur. Tey trý Airbus flogførini hjá Atlantic Airways kunnu sostatt til dømis flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður.
Atlantic Airways var fyrsta flogfelagið í Evropa, sum fleyg við nýggju tøknifrøðini, tá felagið í 2012 keypti eitt nýtt Airbus flogfar. Tey trý Airbus 319 hjá føroyska flogfelagnum eru nú øll farin ígjøgnum eina gjølliga dagføring av RNP AR 0,1, og tað hevur fingið Airbus í einum tíðindaskrivi at staðfesta, at ???Atlantic Airways flýgur framkomnastu loftrúms tøknifrøði í Evropa???.
Airbus menti upprunaliga nýggju tøknifrøðina í samstarvi við Atlantic Airways, og seinastu dagføringarnar eru somuleiðis farnar fram saman við føroyska flogfelagnum, har Jóhan í Niðristovu, flogskipari, hevur umboðað Atlantic Airways sum verkætlanarleiðari.
- Tað hevur bæði verið ein fragd og ein avbjóðing at vera við til at menna eitt so nágreiniligt navigatiónsamboð, sum er við til at økja reglusemið í Vága Floghavn, sigur Jóhan í Niðristovu, Airbus-kapteynur og verkætlanarleiðari.
Sámal Danielsen, flogleiðari hjá Atlantic Airways, er eisini sera væl nøgdur við RNP AR 0,1, sum hevur lagt Atlantic Airways á odda í Evropa, tá tað snýr seg um framkomna tøknifrøði.
- Vit hava havt eitt sera gott samstarv við danska Ferðslustýrið um upprunaliga at fáa góðkenning til RNP AR 0,1 eins og í víðari menningini, har RNP AR 0,1 og vanliga flogvallarskipanin í Føroyum, eru bundin saman. Harvið eru vit serútgjørd at flúgva til og úr Føroyum, sigur Sámal Danielsen, flogleiðari.
Airbus og Atlantic Airways halda fram við samstarvinum at víðari menna RNP AR 0,1, sum higartil hevur havt við sær færri seinkingar til frama fyri kundarnar hjá flogfelagnum.
Vinaliga
Atlantic Airways
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald