Atlantic Airways hevur kós ímóti góðum ársúrsliti, felagið hevur bøtt um stundvísið í flúgvingini, bíligari flogferðir eru til sølu alt árið, og nýggj og greiðari ferðaseðlaskipan er á veg.Hetta eru bert nøkur dømi um, hvat er hent á nýggju kósini. Ein sonevnd greining í Dimmalætting sigur tað øvuta, og tí er neyðugt at rættleiða Dimmu
Atlantic Airways er á tryggari kós ímóti einum góðum ársúrsliti. Bíligar flogferðir eru til sølu alt árið, stundvísið í flúgvingini er økt, ein nýggj og greiðari ferðaseðlaskipan er á veg, nýtt rutunet verður bygt upp millum Føroyar, Noreg, Ísland og Skotland, og harvið hava føroyingar ongantíð áður havt so nógvar møguleikar at flúgva út í heim alt árið. Tískil er lítið høpi í einari sonevndari greining, sum var í Dimmalætting seinasta vikuskiftið, har blaðið viðger júst somu viðurskifti, sum nevnd eru her.
Eg haldi, tað er alneyðugt at rættleiða Dimmu, tí talan er um sera álvarsom uppáhald ímóti okkara flogfelag, sum tey flestu eru góð við. Uppáhald, sum einki kjølfesti hava, og tí fari eg her geva eina støðulýsing við støði í fakta og annars at ganga ígjøgnum tekstin í Dimmu fyri at fáa hesi viðurskifti aftur á beint.
Blaðið skrivaði undir yvirskriftini ???Atlantsflog á kós út í tóman heim???, at torført var at síggja nakað skilagott í nýggju strategiini hjá føroyska flogfelagnum. Dimma bólkar tekstin sum eina greining, men ilt er at fáa eygað á nakra álítandi og sakliga viðgerð í tekstinum, sum í høvuðsheitum byggir yvirskriftina á gitingar og at kalla onga ítøkiliga skjalprógvan ella útsagnir. Rættari hevði helst verið at bólka tekstin sum eitt vanligt lesarabræv frá onkrum, sum hevur eitt horn í síðuni á mær ella okkum, sum í dag sita í ovastu leiðsluni í føroyska flogfelagnum.
Kósin tann rætta
Í juni í ár sendu vit øllum húskjum í Føroyum ein faldara, har vit nágreiniliga greiddu frá nýggju kósini hjá flogfelagnum, sum allir føroyingar eiga. Yvirskriftin var: ???Atlantic Airways kemur heim??????. Tað skuldi skiljast soleiðis, at nú vildu vit savna alt virksemið kring Føroyar og føroyingar heldur enn at flagsa runt í Evropa, sum tá av tornaði kostaði felagnum bæði í reglusemi og í krónum og oyrum.
Bíligari ferðaseðlar eru eitt aðalmál í nýggju strategiini. Vit komu við Lágprískalendaranum í juni, har tað alt árið er møguligt at keypa einvegis ferðaseðlar fyri 799 krónur á Danmarkarrutunum, og í næstum kemur ein nýggj og greiðari ferðaseðlaskipan. Atlantic Airways hevur síðani juni selt umleið 20.000 einvegis ferðaseðlar fyri 799 krónur.
Dimmalætting skrivar, at kostnaðurin fyri ferðaseðlarnar hevur verið lægri fyrr. Tað er rætt, at einvegis ferðaseðlar fingust fyri 695 krónur stutt tíðarskeið í lágárstíð í 2012 og 2013, og seldir vóru 4-5.000ferðaseðlar hesi bæði árini.Talan var um lýsingaherferðir, har fólk um summarið kundu keypa ferðaseðil til at brúka eftir heystfrítíðina og fram til desember, tá ið jólaferðslan byrjaði. Somuleiðis kundu fólk seint um heystið keypa sær ferðaseðil til februar-mars, tá ið eftirspurningurin vanliga er lítil.Her skal leggjast afturat, at tilboðið bert var galdandi eina viku hvørja ferð, og at Vága Floghavn læt 50 prosent í avsláttri av ferðaavgjaldinum á hesum ferðaseðlum, sum sostatt gjørdist eitt slag av stuðli. Tí bar til at seta prísin niður á 695 krónur nøkur stutt tíðarskeið.
Tað er harmiligt, at Dimmalætting ikki sær mun á nýggja Lágprískalendaranum, sum er galdandi alt árið, og einstøkum átøkum, har einvegis ferðaseðilin stutt skifti kostaði 695 krónur við stuðli frá Vága Floghavn.
Higartil í ár er ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways økt seks prosent samanborið við somu tíð í fjør, og ongantíð áður hevur felagið verið so tíðliga úti við ferðaætlanum fyri næsta ár. Longu nú eru seldir 3.000 bíligir ferðaseðlar til næsta summar.
Stundvísið í fráferðum er eisini hækkað. Taka vit t.d. fráferðir, har seinkingarnar eru minni enn fimm minuttir, so eru tær øktar átta prosentstig tíðarskeiðið januar-oktober 2014 sammett við 2013.
Leiðslan metir, at Atlantic Airways í ár fer at hava eitt gott rakstrarúrslit, sum stavar frá m.ø. fleiri av omanfyri nevndu orsøkum og effektiviseringum í felagnum.
Gitingar um stjóraskiftið
Blaðið roynir at gykla lesaranum, at fyrrverandi stjórin fór frá beint fyri midnátt. Tað er ikki rætt, tó at tíðindaskrivið var sent út 16. november 2013 klokkan 23.37. Sjálv tilgongdin rundan um fráfaringaravtaluna fór í gongd nógvar tímar frammanundan, 16. november kl. 13.00, og vit vóru klár at senda tíðindaskrivið út fleiri tímar fyri midnátt.
Eg eri í málinum um stjóraskiftið bundin av trúnaðarskyldu, og tí kann eg ikki alment greiða frá orsøkunum til, at tíðindaskrivið fór so seint avstað. Atlantic Airways var tá skrásett á keypskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík, og í slíkum førum er tað eitt krav, at fráboðan av hesum slagi skal verða keypsskálunum í hendi skjótast gjørligt. Støðan var tann, at samstundis sum tað gekk striltið at fáa tíðindaskrivið út, so var tað alneyðugt at fáa fráboðanina út sum skjótast.
Dimmalætting reingir eisini sannleikan, tá blaðið skrivar, at nýggi stjórin fær tvífalt so høga løn sum fyrrverandi stjórin. Sitandi stjórin fær hægri lønarpakka enn undanfarni stjórin, tí hann er fyribils settur stjóri í einum skiftistíðarskeiði, og hann hevur eina bundna uppgáva at útinna. Men Jørgen Holme fær ikki tvífalt so høgan lønarpakka sum fyrrverandi stjórin.
Eingin politisk avhøvdan
Talan var heldur ikki um eina politiska avhøvdan, sum Dimmalætting skrivar. Nevndin hevur ovastu leiðsluna í felagnum, og tað var nevndin, sum setti nýggju kósina og framdi leiðslubroytingina, tí nevndin metti tað neyðugt.
Dimmalætting skrivar eisini, at nevndin kom við djúptøknum grundgevingum um stjóraskiftið, tó at ein nevnd ikki hevur fyri neyðini at greiða so neyvt frá einum stjóraskifti. Eg veit ikki, hvar Dimma hevur funnið djúptøknar grundgevingar. Tað er í øllum førum ikki hjá mær, og tvørturímóti skrivaðu vit stutt og greitt í tíðindaskrivinum: ???Nevndin í Atlantic Airways ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí hava nevndin og stjórin seinastu 18 árini gjørt eina fráfaringaravtalu???. Hetta var eisini høvuðsboðskapurin í samskiftinum við fjølmiðlarnar næstu dagarnar, tó at fjølmiðlafólk sjálvandi ynsktu at grava meira í hesum.
Dimmalætting vil hava tað til, at vit her royndu at káva útyvir eina politiska avhøvdan og pakkaðu hana inn. Eisini hetta er ósatt, men tað leggur Dimma einki í.
Eg eri fyrst og fremst vinnulívsmaður, og eg eri valdur til nevndarformann, tí eg havi drúgvar royndir í at stjórna fyritøkum. Eg havi ongantíð verið politiskt framsøkin, men tey eru fleiri, sum royna at gera meg til ein politiskan ørindadrong í royndunum at taka beinini undan nýggju kósini. Tey vilja hava politikk upp í málið, so rumbul kemur í. Hesi fólk áttu heldur at verið so mikið at sær komin, at tey lata okkum og okkara nógvu serfrøðingar fáa frið at fáa tað besta burtur úr føroyska flogfelagnum á einum vinnuligum grundarlagi ??? og ikki á einum køvandi politiskum palli.
Eingin óvanlig mannagongd
Dimmalætting heldur tað vera óvanliga mannagongd at seta ein fyribils stjóra at seta nýggja kós.
Hetta átti ikki at komið óvart á høvundin aftan fyri greinina, tí tvørturímóti er tað ein vælkend mannagongd, at ein persónur verður settur til bundnu uppgávuna at gera broytingar og skifta kós, meðan ein annar so rekur felagið víðari á nýggjum grundarlagi. Harvið verður t.d. ikki beinleiðis samband millum gamlar mannagongdir og vanar, sum eru bygdir upp undir undanfarnu leiðslu, og dagliga raksturin undir nýggju leiðsluni, sum skal føra felagið longri fram á leið.
Tað undrar meg, at høvundurin á Dimmu ikki hevur sæð hendan leistin fyrr. Men hetta kann so vera ein arbeiðsroynd at taka við sær víðari.
Egyptaland kostar
Dimmalætting viðger eisini avtaluna við Atlantis Rejser til Egyptalands sum eina møguliga orsøk til stjóraskiftið. Høvundurin vil hava okkurt annað enn tað, sum stóð í tíðindaskrivinum 16. november í fjør, at vera orsøk til stjóraskiftið.
Blaðið skilir ikki, at vit hava sagt, at Egyptaland hevur kostað eina tvey siffraða milliónaupphædd, og at vit kortini framhaldandi flúgva har. Orsøkin er einføld. Atlantic Airways er framvegis bundið at avtaluni við Atlantis Rejser, men tað eydnaðist nýggja stjóranum at niðurlaga avtaluna restina av avtaluskeiðnum, samstundis sum tað eisini eydnaðist honum at fáa eina góða avtalu um leiguflúgving fyri WOW í Íslandi.
Sostatt kom Atlantic Airways burtur úr einari sera trongari støðu. Um høvundurin á Dimmalætting hevði fylgt við í tí, sum hevur verið skrivað um hetta, so hevði hann møguliga eisini skilt samanhangin.
Virksemið savnað
Ein partur av nýggju kósini er NORÐ-ruturnar, sum eru til sølu við fýra fráferðum um vikuna til Bergens, trimum fráferðum um vikuna til Reykjavíkar og tveimum fráferðum um vikuna til Edinburgh frá síðst í mars 2015. Í vár fer Atlantic Airways eisini at flúgva til Sardinia, sum vann Facebook-kappingina um eitt ferðamál, har várið kann njótast í einum heitum landi. S??L-ferðamálini næsta summar eru Mallorca og Barcelona.
Dimma hugsar ikki um hetta, men vísir heldur á, at áhugaverdu ferðamálini London og Milano eru burtur. Í báðum førum er tað ein sannroynd, at hesar rutur bóru seg als ikki, og at tær vóru bert á skránni ein lítlan part av árinum.Við NORÐ-rutunum verður møguleiki fyri nógv fleiri fráferðum út í heim alt árið ??? t.d. gjøgnum Edinburgh til London, og annars er gott samband úr Edinburgh, Bergen og Reykjavík víðari út heim.
Endamálið við nýggju strategiini er at skipa kjarnuvirksemið av nýggjum við Føroyum og føroyingum í miðdeplinum. Atlantic Airways skal fyrst og fremst tæna Føroyum og føroyingum. Men Dimmalætting heldur, at tað er meira spennandi, um felagið er meira útsøkjandi og ikki tók seg aftur til fyrst og fremst at virka um okkara leiðir. Dimmu tykir eisini synd í starvsfólkunum, sum harvið ikki fáa eins spennandi arbeiðslív. Tað er ein sannroynd, at tey flestu starvsfólkini búgva í Føroyum, og eg loyvi mær at ivast í, hvussu nógv teirra dagliga ynskja at arbeiða langt burtur frá familjuni.
Eisini heldur Dimma, at Atlantic Airways ikki longur verður eins áhugavert at samstarva við, og at vakstrarmøguleikarnir harvið hvørva. Til hetta er at siga, at nýggja strategiin fyrst og fremst savnar virksemið føroyingum at gagni við bíligum Danmarkar-ferðaseðlum, regluligum NORÐ-rutum til grannalondini, S??L-ferðamálum um summarið og einstøkum øðrum ferðum til heitari lond køldu mánaðirnar.
Yvirskotsorkan kann síðani brúkast til at flúgva leiguferðir úti í heimi. Myndin vendir rætt, tá vit fyrst og fremst eru til fyri føroyingar, og ikki tá ið vit heldur vilja síggjast úti heimi, sama hvat tað kostar, og sama um tað nervar reglusemið í flúgvingini heima hjá okkum sjálvum.
Harumframt hevur nevndin tikið stig til at keypa aftur øll privatu partabrøvini, so at Vinnumálaráðið aftur er einasti eigari. Støðan við einum triðingi í privatum partabrøvum var ikki haldgóð, tí smáu eigararnir og landsstýrið vóru bundin at hvørjum øðrum uttan at hava nakran fyrimun av hesum, og tað var eitt haft um beinið á felagnum. Atlantic Airways er heldur ikki á keypsskálunum meira, og tað gevur eisini størri frælsi at virka.
Framtíðin bjørt
Ein strategi er ikki læst føst, og um tað verða partar av hesum, sum ikki bera seg, so skal støða sjálvandi takast av nýggjum. Men tað er týdningarmikið at halda fast um, at Atlantic Airways fyrst og fremst skal tæna Føroyum og føroyingum.
Dugnaligu starvsfólkini bera felagið fram á leiðina at taka við nýggjum avbjóðingum undir skipaðum viðurskiftum, har felagið fyrst og fremst er eitt føroyskt rutufelag, sum kann selja yvirskotsorkuna til leiguflúgving, um tað ikki nervar dagliga raksturin á rutunetinum.
Atlantic Airways er á ongan hátt eitt ???one man show???, sum fyri einhvønn prís skal síggjast úti í heimi fyri kanska at kunna vaksa. Atlantic Airways er hinvegin eitt heimligt flogfelag, har dugnalig starvsfólk lyfta í felag til frama fyri alt samfelagið. Eitt felag, har inntøkurnar ganga framum útreiðslurnar, og har nýggj stig verða tikin við skili, so at inntøkurnar altíð eru fleiri enn útreiðslurnar.
Við dugnaligum starvsfólkum og tryggari støð í Føroyum hevur Atlantic Airways eitt sterkt veingjabreiði at taka við nógvu avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.
Vinaliga
Niels Mortensen, nevndarformaður
Atlantic Airways
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald