2014-07-22 17:22
Lombini eru góð í ár
Týsdagin 9. juli 2014 vóru vit í áseyðaroyting á Búnaðarstovuni. Umframt tað vanliga arbeiðið, varð allur seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Hetta hava vit gjørt á Búnaðarstovuni fleiri ferðir um árið seinastu árini. ??rslitið vísir, at lombini eru væl betri í ár enn í fjør. Í ár vóru vit á fjalli 6 dagar seinni enn í fjør, og taka vit hædd fyri, at hvørt lambið tyngist eini 250 gram um dagin hesa tíðina, so viga lombini 3 ??? 4 kg meira í ár enn í fjør, eitt sindur ymiskt í hvørjum fylgi.
Niðanfyri er yvirlit yvir lambsvektirnar í hvørjum fylgi sær í fjør og í ár. Tølini fyri í ár eru minkaði við 1,5 kg fyri hvørt lambið fyri at javnað aldurin á lombunum.
Vekt á lombum í áseyðaroyting 2013 og 14
Gonga | Vekt 2013 kg | Vekt 2014 kg | Munur | Munur í % |
Sunnasta | 20,1 | 23,1 | 3,0 | 15 |
Miðjan | 20,1 | 23,4 | 3,3 | 16 |
Svartá | 19,8 | 23,4 | 3,6 | 18 |
Hvilvt | 18,3 | 22,3 | 4,0 | 22 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald