2014-11-24 01:40
Asbjørn Senior siglir inn við 900 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað tætt vestur úr vestastu oynni í Hetlandi - Foula.
Asbjørn skal landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði um 14-tíðina í morgin.
Í løtuni arbeiða tey, á virkinum í Kollafirði, tað seinasta, sum varð landað úr Slættabergi - tað hevur tíbetur verið nógv at gjørt á Faroe Pelagic tað seinastu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald