Vinna

Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa var 1.8 mill. í 2014

...

2015-03-31 20:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suðuroyar Sparikassi hevur í 2014 megnað at fáa vøkstur í útlánini uppá 4 % frá 495 mió. kr. til 514 mió. kr. Vøksturin í útlánum er nakað, sum Suðuroyar Sparikassi er errin av, tí kappingin um kundarnar er hørð. Innlánini eru eisini vaksin við 4 % frá 674 mió. kr. til 699 mió. kr..

Avlopið hjá Suðuroyar Sparikassa er tað besta síðani 2007. Suðuroyar Sparikassi afturrindaði Ríkisstjørnini hybrid kapitalin, tillagaði útreiðslurnar, minkaði miðal fundingskostnaðin, og fekk aftur tiltakspening.

Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er 1.860 tkr. ímóti 1.566 tkr. í 2013. Roknskapurin er sostatt tann besti síðani 2007. Undirskotið ígjøgnum fíggjarkreppuna er við hesum javna við einum samlaðum yvirskoti uppá 1,7 mió. kr.

Í 2014 hevur fíggjargeirin í Føroyum barst ein harðan dyst um marknaðin. Roknskapurin hjá Suðuroyar Sparikassa er ávirkaður av tí harða rentustríði, og hetta hevur havt við sær, at nettorentur hjá Suðuroyar Sparikassa eru falnar við 7 % frá 2013 til 2014.
Rentustøðið í Føroyum hevur verið í fríum falli í 2014. Tað er til stóra gleði fyri útlánskundarnar, at fígging av fastari ogn, bilum, vinnu og eisini kommunum er vorðin sera bílig. Hetta er bara at gleðast um. Tað lága rentustøðið merkir tó eisini, at tey, íð leggja pening til síðis, fáa lítla og onga rentu, og at Landskassin sparir hópin av rentustuðli.

Suðuroyar Sparikassi hevur hóast truplu marknaðarumstøður megnað at fáa eitt positivt úrslit, sum er 19 % betur enn í 2013. Henda jaliga gongdin í roknskapinum er ikki vorðin til av vanligum bankarakstri, men av sera góðum vinningi av virðisbrøvum - vinningurin er hækkaðaur við 1.461 tkr. úr -121 tkr. í 2013 til tkr. 1.340 í 2014. Suðuroyar Sparikassi hevur í 2014 tillagað starvsfólkakostnaðin við umleggingum, orsakað av rentustríðnum. Talið av starvsfólkum er lækkað úr 17 í 2013 til 16 í 2014. ??treiðslurnar, í alt, eru lækkaðar við 428 tkr., úr 21.435 tkr. til 21.007 tkr. í 2014.

Niðurskrivingarnar eru á einum støði á 2,7 mio. kr. Hetta svarar til 0,5 % av útlánunum.

Suðuroyar Sparikassi rindaði 408 tkr. í skatti í 2014. Harumframt rindaði Suðuroyar Sparikassi 1.005 tkr. í lønarhæddaravgjaldi í 2014. ??treiðslurnar til Indskydernes Garantifond vóru 1.231. tkr. í 2014, og avskrivingarnar vóru 1.258 tkr.

Eginognin var 51.798 tkr. við árslok 2014. Solvensurin var 14,6 prosent í 2014 sammett við 15,3 prosent í 2013. Solvensurin er 6,6 prosentstig hægri enn lógarásetta minstakravið, sum er átta prosent. Suðuroyar Sparikassi liggur harvið trygt og væl oman fyri minstakravið.

Orsøkin til lækkingina er, at Suðuroyar Sparikassi afturrindaði tær 10,3 mió. kr. í hybrid kapitali frá Ríkisstjørnini, sum Suðuroyar Sparikassi tók í sambandi við Bankapakka II. At rinda kapitalin aftur, var eitt av týdningarmiklastu málum í 2014 hjá Suðuroyar Sparikassa. Eftir afturrindaðina tók Suðuroyar Sparikassi eitt ábyrgdarlán uppá 6,0 mió. kr. fyri at styrkja tað fíggjarliga kapitalgrundarlagið.

Tøki peningurin sammett við lógarkrøvini var 187 prosent við ársenda í 2014. Í 2013 var hetta talið 190 prosent.

Suðuroyar Sparikassi lýkur harvið eisini væl og virðiliga kravið um tøkan pening.

Í fíggjarætlan Sparikassans varð mett eitt ársúrslit uppá 2.500 tkr. Yvirskotið varð 1.860 tkr. Hetta frávik er serliga frá einari óvæntaðari niðurskriving uppá partabrøvini í SDC og einum kurstapi í desember mánaða í 2014.

Suðuroyar Sparikassi væntar øking í eftirspurningum av útlánum í 2015 ??? hetta verður mett út frá tí virksemi, sum Suðuroyar Sparikassi hevur varnast seinastu mánaðarnir av 2014.

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri skatt í ár verður 1,5-2,5 mió. kr.

Kelda: www.ss.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder