Í samband við sendingina Nýggjársaftan 2013, sum verður send beinleiðis av Hotel Føroyum, verður ársins føroyska ítróttarnavn kosið. Ein dómsnevnd hevur tilnevnt fimm føroysk ítróttarfólk, sum hava útmerkað seg í 2013. Almenningurin fær møguleikan at verða við til at avgera, hvør skal tilnevnast ársins føroyska ítróttarnavn í 2013 umvegis SMS.
Til ber at atkvøða við at senda sms til 224000 og skriva koduna, sum stendur útfyri tí ítóttarnavninum, sum tú heldur er ársins føroyska ítróttarnavn 2013.
Tey tilnevndu eru: (SMS kodan sendur í klombrum)
- Guðmundur Joensen, triathlon (ITR 1)
- Helgi Dam Ziska, talv (ITR 2)
- Pál Joensen, svimjing (ITR 3)
- Valborg Heinesen, renning (ITR 4)
- ??ssur Debes Eiriksfoss, fimleikur og frælsur ítróttur (ITR 5)
Atkvøðurnar hjá dómsnevndini telja 50%. Sms atkvøðurnar telja somuleiðis 50%. Stendur á jøvnum, so er atkvøðan hjá dómsnevndini avgerandi.
Vinnarin verður funnin beinleiðis í nýggjárssendingini.
Dómsnevndin er mannað av:
Petur Elias Petersen, ÍSF forseti
Sølvi Reinert Hansen, føroyskt umboð í oyggjaleikanevndini
Sigrun Mikkelsen, umboð fyri ítróttarfólkini
Suni Merkistein, umboð fyri miðlarnir.
Tað kostar vanligan SMS takst at atkvøða um ársins ítróttarnavn 2013. Hvørt telefonnummar kann atkvøða eina ferð uppá hvørt tilnevnt ítróttarfólk.
Grundgevingar frá dómsnevndini:
Gudmundur Joensen hevur myndað frambrotið innan ítróttagreinina triathlon. Hann vann silvurmerkið á oyggjaleikunum í Bermuda í summar, vann 5. plásss í elitubólkinum í Iron Man 70.3 í Lissabon, vann harða aldursbólkin M25-29 í European Tour kappingini í Iron Man 70.3 í Írlandi og luttók HM í Iron Man 70.3 í USA.
Helgi Dam Ziska tók í ár eitt týðandi fet í strembanini at gerast stórmeistari í talvi, tá ið hann í sterkari kapping í Riga í Lettlandi í august tryggjaði sær tann fyrsta av trimum kravdum sonevndum stórmeistaranormum. Helgi var eisini um reppið at gerast danmarkarmeistari í ár, men gjørdist í staðin nummar 2 í árligu DM-kappingini fyri einstaklingar. Og í heyst leiddi Helgi Føroyar til sigurs í liðkappingini fyri smátjóðir í Evropa.
Pál Joensen staðfesti í desember enn eina ferð við sínum silvurheiðursmerki á 1.500 m frí í EM í stutthyli, at hann er í heimselituni, tá um langteinasvimjing ræður. Hann gjørdist sum umboð fyri Evropa somuleiðis nummar tvey í Duel in the Pool kappingini móti USA í desember.
Valborg Heinesen gjørdi hol í sjógvin á oyggjaleikunum í Bermuda í summar við sínum sigrum á 10.000 metra teininum og í hálvmarathon. Frá at hava verið eitt óskrivað blað í føroyskum ítrótti hevur hon brádliga vunnið seg fram í oddan í bæði føroyskum og donskum frælsum ítrótti og tykist at standa í stórari menning.
Fjølbroytta ítróttafólkið ??ssur Debes Eiriksfoss vann heili 9 heiðursmerki í oyggjaleikunum á Bermuda í summar - 7 í fimleiki og 2 í frælsum ítrótti. Hann bleiv somuleiðis danmarkarmeistari í lopi um hest, og varð úttikin til danska HM-landsliðið í fimleiki.
vinarliga
Nýggjársaftan 2013
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald