Vinna

Arctic Viking landar í Norður-Norra

...

2015-03-08 16:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rækjutrolarin úr Kollafirði - Arctic Viking - er í morgun komin inn til Tromsø, har teir skulu skifta fólk, bunkra og taka útgerð, áðrenn teir fara at landa í Kárvika.

JN.fo hevur tosað við skiparan Bjarna Petersen í morgun. Teir hava havt smáligan fiskiskap, komu til Svalbard fyrst í januar. Arctic Viking hevur 250 tons av rækjum, sum teir rokna við, at selja fyri uml. 7 mill. Bjarni Petersen sigur, at teir høvdu hampuligan fiskiskap í tvær vikur, men tað var í allar ringastu ísforholdum.

Skiparin sigur viðari: Nú sá fiskaríði út til at kvinka tann rætta vegin í Barenshavinum, vanliga plagar tað at taka seg upp har hesa árstíðina nú tað lýsnar, um náttina er onki at fáa.

Vit eru júst komnir inn til Tromsø, segði skiparin fyri løtu síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder