2020-06-10 15:09

Arctic Viking landaði í Tromsø í gjár knøpp 500 tons, eftir ein langan, stravnan túr.
Teir fóru úr Føroyum 5.apríl mitt í korona tíðini. Løgdu leiðina um Tromsø eftir pakningi og fólki, sum ikki slapp til Føroyar. Vit vóru mestsum avbyrgdir í 14 dagar, áðrenn vit fóru, allir mans testaðir negativir, áðrenn vit loystu, sigur Niklái Petersen skipari.
Fyrstu 14 dagarnir umborð vóru undarligir viðv. at halda koronatilmælunum frá mynduleikunum. Væl varð frágingið, eftir góðum tveimum viku kundu vit staðfesta, at ongin smitta var umborð tíbetur. Hendan tíðin var sera stravin at koma ígjøgnum fyri allar.
Nú skifta vit fólk, og gleða okkum at sleppa heim, sigur skiparin við okkum á JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald