2014-08-11 21:32
Rækjutrolarin Arctic Viking landaði í Kåravik í Norður Norra í farnu viku. Nú eru teir ávegis á Grand Bank at fiska av føroysku kvøtuni har, sum er eini 4-500 tons.
Arctic Viking hevur gjørt fleiri góðar túrar við Svalbard í ár. Hin føroyski rækjutrolarin - Havborg - roynir í Loynikrókinum.
Í løtuni er Arctic Viking staddur suður úr Reykjanesi á uml. 62N og 28V - teir verða á fiskileið á Grand Bank hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald