Vinna

Arbeiðsloysið komið niður um túsund fólk

...

2014-10-31 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í september minkaði árstíðarjavnaða arbeiðsloysið niður um túsund fólk og er nú 988 fólk, svarandi til 3,6%. Tað eru 44 fólk færri enn í august og 145 færri enn fyri einum ári síðani.

Arbeiðsloysið er minkað munandi meir hjá monnum enn hjá kvinnum. Í september var arbeiðsloysið hjá monnum 382 í tali ella 2,6%, og hjá kvinnum 598 í tali ella 4,8%. Hetta eru 216 fleiri kvinnur enn menn, og er munurin vaksin síðan á nýggjárinum, tá hann var júst helvtin av hesum.

Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 871 fólk í tali ella 3,2%. Hetta eru 122 fólk færri enn í august og 135 færri enn fyri einum ári síðani.

Skrásett, fulltíðarroknað og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni. ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys. Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast).

Myndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu 5 árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum, umroknað til fulltíð og so árstíðarjavnað.

 

Stórur munur í arbeiðsloysi millum kvinnur og menn
Arbeiðsloysið hjá kvinnum er vanliga nakað størri enn hjá monnum. Í talvuni og á myndini niðanfyri sæst arbeiðsloysið í september 2014, býtt á aldur og kyn.

Arbeiðsloysið í ymisku aldursbólkunum er ymiskt, alt eftir kyni. Hjá monnum er tað nógv hægst í elsta aldursbólkinum 55-66 ár, men hjá kvinnum er tað nógv hægst í aldrinum 25-34 ár. Bara í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár er tað minst bæði hjá kvinnum og monnum. Ein orsøk til hetta er helst, at í hesum aldursbólki hava tey ikki eins fast tilknýti til arbeiðsmarknaðinum sum tey eldru.

At arbeiðsloysið er størri hjá kvinnum enn hjá monnum er heldur vanligt, sum sæst á myndini niðanfyri. Einasta undantakið er í tíðarskeiðnum, tá arbeiðsloysið var skjótt veksandi undir fíggjarkreppuni 2009-2010. Tá arbeiðsloysi fór at minka aftur á vári 2011, minkar tað skjótari hjá monnum, so at munurin hevur verið vaksandi, serliga tvey tey síðstu árini. 

 

??javnt arbeiðsloysi í sýslunum
Lutfalsliga er minsta arbeiðsloysið í Eysturoyar sýslu við 2,2% (hjá monnum heilt niðri á 1,1%, samanborið við 3,5 hjá kvinnum). Síðani hækkar tað úr knappliga trimum til gott fýra prosent úr Vága, Norðoya, Streymoyar og til Suðuroyar sýslu. Sandoy er í serstøðu við tí hægsta arbeiðsloysinum oman fyri átta prosent.

 

Arbeiðsloysistølini fyri august 2014 eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder