Í januar 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 896 fólk, svarandi til 3,3%. Tað eru nøkur fá fleiri enn í desember og november í fjør, men samanborið við januar í fjør eru tað eru 234 færri.
Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 962 fólk ella 3,5%. Hetta eru 55 fleiri enn í desember 2014 men 251 færri enn í januar 2014.
Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Kelda: hagstova.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald