Vinna

ANRU gjørt ein góðan túr

...

2021-01-13 19:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Anru kom í dag fullfermd á Miðvág, og hevði Anru um 47.000 pund.

Anru hevur bæði roynt eystan- og vestanfyri.

Anru landaði til Snarfrost í Miðvági. Hýsan var seld beinleiðis til keyparar, og restin var boðin út á Fiskamarknaðinum.

Reiðarin, Janus Rein, upplýsir fyri okkum at skipið fer aftur til fiskiskap í morgin.

Myndina tóku vit seint seinnapartin. Tað er sjálvsamt at síggja tveir bátar við sama navni, men fyrrverandi Anru er seld til Sandavágs. ??tróðrarbáturin eitur nú Lokkafelli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder