2021-11-14 10:30
Eitt av nýggju skipunum í føroyska flotanum - ANGO - hjá felagnum Sp/f Ango í Vági kom í morgun á Tvøroyri við fyrstu lastini.
Ango hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fingu teir 250 tons í tveimum tóvum. Ango landar til Varðan Pelagic, og sleppa teir framat tá ið liðugt er at landa Finnur Fríða.
Heri Godtfred ein av eigarunum av Sp/f Ango sigur við okkum í morgun, at skipið riggaði sum tað skuldi á hesum fyrsta túrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald