Mentan

Altjóða kvæðaráðstevna sett í Gamla bókhandli

...

2015-07-21 18:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tórshavnar kommuna skrivar:

Í gjárkvøldið varð ein altjóða kvæðaráðstevna - sum fyri tað mesta kemur at ganga fyri seg í Norðurlandahúsinum - sett í Gamla Bókahandli á Vaglinum í Havn. Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum beyð luttakarunum vælkomnum til Havnar. Borgarstjórin beyð vælkomin í elstu mentanarháborg í heimsins nalva ??? Gamla Bókahandil í miðbýnum í Tórshavn!
 
- William Heinesen kallaði Havnina heimsins nalva, men hann legði aftrat, at Havnin eisini var ???den største by i mange hundrede kilometers omkreds???. Og helst hevði William verið samdur í, at mittpunktið í heimsins nalva var júst Gamli Bókahandil, sum hann hevði so góð minni frá. Bæði tvørámaðurin Edward Mitens og havnarmaðurin William Heinesen mintust henda bókahandilin sum eitt ævintýrhús við leikum og bókum!
 
- Bókahandlar hava allastaðir havt stóran týdning í samfelagsligari menning. Neyvan nakar kann ímynda sær, hvussu fátækar Føroyar mentanarliga høvdu verið í dag uttan bókahandlar, bókassøvn, forløg og prentsmiðjur. Okkara slóðari var Gamli Bókahandil, sum enn í dag er sama mittpunkt í Havnini, sum hann altíð hevur verið.
 
- Hans Niklái Jacobsen vaks upp eins og aðrir havnardreingir fyri skjótt tveimum øldum síðan ??? við arbeiði á trøðni, á heiði og á báti. Men hann vaks skjótari til mans enn teir flestu. Góðan førning fekk hann helst eisini sum næmingur hjá Lútzen skúlameistara úti á Reyni.
 
- Flestu kenna søguna um, hvussu hann lærdi bókabinding av hosnamanninum hjá Kongaliga Einahandlinum, og at tað, hann vann úr hesum arbeiði, gjørdist grundarlag undir virki hansara seinni. Hans Niklái var eisini jekari á Skansanum, har Dahlerup amtmaður royndi at ávirka hann at gerast annað og meiri enn ein ???tøðhólkur???, sum tikið varð til.
 
- Við góðari hjálp frá amtmanninum og forvaltaranum í Kongaliga handlinum, fekk Hans Niklái studning at fara til Keypmannahavnar at læra bókabinding. Hann var liðugur í 1854. Tá var fólkatalið í Havnini vaksið og vit høvdu fingið regluligan skúla, eftirspurningurin eftir bókum vaks tí nátúrliga og gongd kom á bóka- og pappírssølu.
 
- Hans Niklái gjørdist limur í danska bókhandlarafelagnum í 1864, sama ár fekk hann handilsloyvi. Bókahandilin, sum tá helt til niðri í Gongini, lat upp ólavsøkudag í 1865, hóast hann var byrjaður at selja bøkur eitt hálvt ár frammanundan. Handilin mentist og tá Realskúlin flutti niðan í Kopargøtu, vórðu ognirnar í Gongini og Quillingsgarði seldar og gamli Realskúlin varð keyptur, segði borgarstjórin.
 
---
 
- Tað er ongin ivi, at kvøðingin er okkara dýrasti tónleikaarvur. Tað, at vit einsamøll hava megnað at varðveitt kvæðini í eini 800 ár er heilt einastandandi, eisini í heimshøpi, tí vit hava varðveitt eina mentan, sum áður helst var góð mentan í fleiri londum, men sum bara varð varðveitt her hjá okkum. Hon hevur tí eisini stóran áhuga fyri onnur enn okkum.
 
- Samstundis hava kvæðini málsliga verið størsti mentanarberin, tí okkara mál varð at kalla bert varðveitt í kvæðum og sagnum og treiskum fólki, ið varðveittu føroyska talumálið so væl, at tað seinni bar til at skipa eitt føroyskt skriftmál.
 
- Við samfelagsmenningini á so mongum øðrum økjum gekk afturá hjá dansinum. Dansurin hevur møtt bæði mótstøðu ??? og tað, sum kanska verri er: líkasælu! Og so hevur hann verið trokaður burtur av so mongum øðrum undirhaldi. 
 
- Tíbetur hava vit átt eldsálir, feløg og einstaklingar ??? og einstakar smærri bygdir ??? sum hava hildið dansimentanini uppi.
 
- Umframt, at tað er at gleðast um, at føroyski dansurin aftur er komin inn um skúlagott, so haldi eg tað vera sera spennandi, at onkur aftur er farin at tosa um føroyskan dans í Sjónleikarhúsinum mánakvøld um veturin. Tí eg sleit mínar barnaskógvar og lærdi at dansa í fimti- og sekstiárunum ??? júst í Sjónleikarhúsinum.
 
---
 
- Vit eru júst liðug at fyrireika ólavsøkusangin og ???dansin á Vaglinum. Har seta vit føroyingar met við heimsins størsta dansiringi. Og bara tað ger, at onki løgið er í, at útlendingar standa steinbýttir, tá tey síggja, hvussu stóran sosialan týdning hetta hevur fyri okkum føroyingar.
 
- Eitt annað, útlendingar halda vera eins løgið er, at ofta duga føroyingar betur teirra tjóðsangir enn teir sjálvir og ofta duga føroyingar hópin av sangum úr eitt nú norðurlendsku háskúlasangbókunum.
 
- Fyri mær er ongin ivi, at her í Tórshavnar kommunu skal føroyski dansurin hava javnbjóðis møguleikar og umstøður, sum onnur tónleika- og mentanartilboð. Hetta er okkara mentanararvur, og okkum er eisini í UNESCO-sáttmálanum álagt at varðveita okkara tjóðararv.
 
- Eg eri púra samdur við tey, sum halda, at føroyski dansurin hevur alstóran týdning fyri okkara tilvitan og samleika sum fólk. Sum mentanardýrgripur hevur dansurin eisini týdning fyri okkara ferðavinnu. Og tí eru vit her í Tórshavnar kommunu púra samd um at veita honum bestu sømdir.
 
- At tit nú skipa eina altjóða vísundaliga kvæðaráðstevnu við fleiri almennum tiltøkum verður vónandi við til at økja um áhugan, ikki bert her heima, men eisini úti í heimi. Eg fari tí at enda at ynskja tykkum alt tað besta við dansiráðstevnuni og teimum mongu tiltøkunum. Takk til Norðurlandahúsið, Fróðskaparsetrið, Listasavnið og Gamla Bókahandil.
 
- Góða eydnu og verið hjartaliga vælkomin til Havnar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
 






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder