
Fyrr í morgun skrivaðu vit um, at bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var eftir tveimum av manningini umborð á 140 metra langa týska skipinum Maarthe Theadora.
Í 2015 fekk Atlantic tí fyrru av teimum báðum AW 139 tyrlunum felagið hevur í flotanum nú. Tá stóð at lesa í tíðindaskrivinum frá Atlantic: "AW 139 tyrlurnar kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Bell 412 kunnu bert flúgva út á 127 fjórðingar at arbeiða í 30 minuttir."
Vit hava nú fingið at vita frá tyrludeildini hjá Atlantic Airways, at tá ið tyrlan var boðsend í gjár so var met sett fyri hvussu langt tyrlan hevur verið eftir fólkið á sjónum.
Tá ið fráboðanin kom var skipið umleið 240 fjórðingar úr Vágum. Tyrlan fór úr Vágum klokkan 15:51, og ávegis til skipið lendi tyrlan í Klaksvík har hon bunkraði. Tá ið tyrlan var hjá skipinum var skipið 209 fjórðingar úr Vágum, og so langt hevur tyrlan aldrin verið fyrr og bjarga fólkið.
Tyrlan lendi við teimum báðum monnunum við Landssjúkrahúsið klokkan 18:53, og klokkan 19:07 var tyrlan aftur í Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald