Í dag hevur Aksel Haraldsen tikið við starvinum sum stjóri í felagnum Progressum.
Felagið eigur tænastuna "Snartilboð", sum er ein heimasíða og APP til telefonir, sum hava tilboð frá handlum í Føroyum.
Snartilboð er ein tænasta har brúkarin antin lesur á heimasíðuniwww.snartilbod.foella í APP'INI kann síggja hvørji tilboð eru tøk júst nú. Brúkarin kann sortera og leita eftir tilboðunum, so brúkarin sær júst tað hann hevur brúk fyri.
Handilin kann leggja eitt og eitt tilboð út og hevur við hesi tænastuni annan møguleika at gera seg sjónligan.
- "Eg havi valt at taka við hesum starvinum, tí at tænastan er sera spennandi fyri føroyska brúkaran. Brúkaran fær lætta atgongd og yvirlit yvir verandi tilboð.
Eitt er føroyski marknaðurin. Annað er at fáa tænastuna út um landoddarnar. Nú takað vit Føroyar fyrst" sigur Aksel Haraldsen.
Snartilboð sá dagsins ljós undan jólum og eftir at hava royndarkoyrt skipanina verður nú fari undir at brúka skipanina av álvara.
Aksel Haraldsen hevur akademiútbúgving í altjóða Sølu, Markaðarføring og Samskifti og hevur áður starvast innan leiðslu, sølu og produktmenning á Føroya Tele og Elektron.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald