Vinna

Akraberg hevur gjørt roktúr í norskum sjógvi

...

2015-01-30 19:18 Author image
placeholder

 Akraberg hevur gjørt ein roktúr í norskum sjógvi, teir fóru av Fuglafirði 6. januar og hava nú teir eru farnir at sigla heim 825 tons av heysaðum fiski, harav 725 tons er toskur og 100 tons er hýsa, tað sigur reiðarin Annfinn Olsen.

Akraberg hevur roynt eystalaga á, men fluttu í gjár beint norður úr Norðkapp, har teir fiskaðu tað seinasta, sum gekk í lastina.

Skipari hendan túrin er Erland Olsen úr Rituvík.

Væntandi verður Akraberg á Fuglafirði mánadagin, har veiðan verður landað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder