Vinna

Akraberg hevur fiskað alla kvotuna

...

2020-12-19 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg, sum hevur fiskað í Barentshavinum, kom á Fuglafjørð í morgun við 700 tonsum, eisini hava teir 350 tons av slógvi.

Teir skulu landa í Fuglafirði í morgin.

Akraberg hevur nú fiskað alla kvotuna í ár.

Teir fóru avstað 27. oktober, 24 mans vóru við og skipari var Eyðun á Bergi.

Reiðarin - Anfinn Olsen - sigur at okkurt viðlíkahaldsarbeiðið skal fáast frá hondini, men teir rokna við, at fara nýggjan túr áðrenn nýggjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder