2015-02-05 13:48
Frystitrolarin Akraberg loysti av Fuglafirði í nátt, teir hava sett kós í Barentshavið, har teir bæði kunnu fiska í norskum og russiskum sjógvi.
Akraberg kom heim mánadagin 2. februar fullfermdur - 825 tons - harav 100 tons var hýsa og 725 tons var toskur - teir vóru minni enn 4 vikur burtur seinasta túr.
Tað eru 24 mans við Akraberg hendan túrin, skipari er Erland Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald