2016-12-10 17:40

Vit eru farin inn í jólamánaðin og tann myrka tíðin er í hæddini.
Dagliga kemur ein framvið handlum og aðrastaðni á vegnum, har bilar standa við fullum ljósum og motorurin er í gongd.
Eg vil ikki blanda meg í um fólk velja at lata bilin standa í tómgongd, í meðan ein líka rennur inn eitt stutt tíðarbil.
Men vælsignaði tit sum koyra bil, seti niður á støðuljós/parkeringsljós, tá tit parkera stutttíðar.
Tað kann bjarga mannalívum.
Tað tekur eitt splitsekund at seta niður á støðuljós.
Myndin er tikin uttanfyri FK í Sandavági fyri døgum síðan, har stóðu ikki færri enn tveir bilar parkerðaðir við fullum ljósum, tá ein kom framvið.
Ein stúrin borgari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald