JN

Aftursvar til Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra

...

2017-03-31 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er rætt, sum sjúkrahússtjórin ber fram í aftursvari áin.fotil tíðindaskrivið hjá ljósmøðrum frá í gjár, at tað hava verið avbjóðingar at samskipa barsilsøkið í fleiri ár. Nógvar ymiskar royndir hava verið gjørdar at loyst hesa avbjóðing, men sæð úr einum ljósmøðrafakligum sjónarhornið er hendan nývalda "loysn," har ljósmøður missa leiðsluna av barsilsdeildini, púra óskiljandi.

Sum ljósmøður hava vit eina serúbúgving, sum umfatar alt barnakonuøkið; viðgongu, føðing og BARSIL! Vit hava eina knapt 4 ára langa útbúgving, sum er skræddaraseymað til alt barnakonuøkið, og gevur okkum serførleika og heimildir, sum eingin annar fakbólkur hevur. Sammeta vit við t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina, so er undirvísing og praktikk hjá teimum innan barsilsøkið bert fáir tímar. T.d. kann nevnast vegleiðing um bróstageving, sum fyllir sera nógv í barsilstíðini. Ein nýútbúgvin ljósmóðir hevur nógvar royndir, bæði ástøðiligar og praktiskar, at vegleiða og hjálpa kvinnum við bróstageving, meðan tað einans er ein ástøðiligur partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini.
Ein ljóðmóðir kann sostatt eftir lokna útbúgving sjálvstøðugt røkja barsilsrøktina hjá frískum kvinnum og børnum, og í samráð við lækna seta í verk viðgerð av sjúkum kvinnum og børnum. Aðrir fakbólkar tørva upplæring.
Flestu barnakonur og børn eru frísk. Ein ljósmóðir hevur - við síni útbúgving og serheimildum innan barnakonuøkið - eina tilgongd sum tryggjar tað fríska, og stimbrar førleikarnar hjá foreldrunum. Ljósmóðurin hevur m.a. serførleikar at meta um bløðing eftir føðing, at meta um leking av eini føðirivu, serførleikar at tosa við mammuna um hennara uppliving av føðingini.
Sjúkrahússtjórin sigur seg skilja, at ljósmøður eru vónsviknar at leiðandi ljósmóðir ikki fekk leiðsluábyrgdina av, sum hann skrivar - øllum. Her hava vit fyri tað fyrsta ilt við at skilja, hvat sjúkrahússtjórin meinar viðalt. Longur frammi í hansara aftursvari blandar hann barsil saman við røkt av ov tíðliga føddum og sjúkum nýføðingum (neonatal-røkt). Hetta eigur ikki at vera blandað saman. Tað er heilt hvør sín tilgongd, sum liggur til grundarlag fyri røkt av hesum báðum bólkum. Og ljósmøður ynskja ikki leiðsluábyrgd á neonatal økinum.
Vit hava ikki fingið eina einastu fakliga grundgeving frá stjórnini á Landssjúkrahúsinum fyri ikki at velja eina ljósmóðir at leiða arbeiði á barsilsdeildini.
Sostatt snýr tað seg ikki um, hvussu vónsviknar vit eru; tað snýr seg, um at vit standa púra óskiljandi fyri, at tann fakbólkurin, sum hevur serútbúgving innan økið, ikki verður settur at leiða, skipa og mynda arbeiði.
Vit kunnu ikki góðtaka, at ein fakbólkur viðøðrumarbeiðsførleikum enn ein ljósmóðir, skal standa fyri at gera mannagongdir fyri, hvussu arbeiðið skal skipast. Hetta er als ikki, tí at sjúkrarøktarfrøðingar ikki gera teirra arbeiði til fulnar, men aftur her, tí at vit sum fakbólkur hava servitan innan økið.
Ein barsilsdeild við aðrari leiðslu enn ljósmøðrafakligari, hevði gjørt at gomlu avbjóðingarnar við samskipan og samstarvi høvdu hildið áfram. Eingin ljósmóðir fer at arbeiða á barsilsdeild uttan ljósmøðraleiðslu. Sjúkrahússtjórin vísir á, at í grannalondum okkara er púra vanligt, at ljósmøður arbeiða á barsilsdeild við sjúkrarøktarfrøðileiðslu. Hesa grundgeving skilja vit ikki. Donsk viðurskifti kunnu als ikki nýtast sum fyrimynd, har sera stórar avbjóðingar hava verið seinastu árini, og bæði ljósmøður og læknar rýma, tí umstøðurnar eru so vánaligar.
Harumframt er tað soleiðis, at í restini av Landssjúkrahúsinum hava deildar- og depilsleiðarar fakliga viðkomandi útbúgving.
Tí skilja vit als ikki, hví tann við serútbúgving ikki verður sett at leiða og mynda arbeiðið.
Vit fara eisini staðiliga at vísa aftur, at tað einamest hava verið sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava tikið sær av barsilsøkinum seinastu árini. Síðan 2005 hava ljósmøður eisini tikið sær av barsilsrøktini á Landssjúkrahúsininum - saman við sjúkrarøktarfrøðingum og leiðslan hevur verið býtt millum báðar partar.
Tað, sum ger nýggju "loysnina" ótrygga fyri barnakonuna, er, at eftir føðingina fær hon ikki atgongd til tey fakfólkini, sum hava serútbúgving innan økið. Hendan "loysnin" forðar fyri tí upplagda kontinuitetið, sum barnakonan kundi upplivað við at havt somu starvsfólk rundan um seg, frá tí at hon gerst við barn, meðan hon eigur og í barsilstíðini - til Gigni yvirtekur. Við burðartalinum, sum vit hava í Føroyum, sum liggur um 600-700 føðingar um árið, eru fullkomnar umstøður at gera eitt samskipað tilboð. Tað ber ikki til at sammeta við t.d. donsk viðurskifti, har tey hava 3.000-7.000 føðingar. Tá kann tað tykjast skilagott at skilja sundur føðideild og barsilsdeild.
Nýggja???loysnin", har barsilsdeildin og neonatal deildin eru lagdar saman, er eisni óhóskandi, tá hugsað verður um ymiska tørvin, frískar konur og børn hava, sammett við tey, sum eru sjúk. Vandin er, at tey, sum eru frísk, koma at liggja á eini deild, har fokus er á tað sjúka.Harumframt eigur neonatal-røktin eisini at fáa hóskandi umstøður, har tað ikki verður blandað saman við tí fríska.
Hóskar ikki til 2017
At skilja sundur føði- og barsilsdeildina, er at bakka nógv ár aftur í tíðina og er púrasta óhóskandi.
Barsilsrøktin á Landssjúkrahúsinum hevur søguliga verið leidd av sjúkrarøktarfrøðingum, men tað kann als ikki nýtast sum grundgeving í 2017. Høvuðsorsøkin til, at kvinnur fóru á sjúkrahús at eiga fyri uml. 50 árum síðani, var atlit til reinføri. Ljósmóðurin fór við konuni á sjúkrahúsið at taka ímóti barninum, og síðan lá konan barsilstíðina á skurðdeild, har sjúkrarøktarfrøðingar arbeiddu. Í 1983 fóru ljósmøður at arbeiða á Landssjúkrahúsinum, men tá var uppgávan framvegis bara á føðistovuni. Tað var bert ein ljósmóðir á vakt í senn, og sum frá leið gjørdist greitt, at tað førdi til eitt fakligt einsemi og var ein forðing fyri menning.
Ljósmøðrabólkurin er ein fakbólkur við høgum starvsaldri og lítlari útskifting. Vit eru nú í teirri eydnusomu støðu, at vit hava fleiri nýggjar vælútbúnar ljósmøður, umframt fleiri á veg, sum eru fúsar at fara til verka. Tær eru fluttar heim til Føroya at geva sítt íkast til føroyska barnakonuøki. Tískil snýr hetta seg eisini um at fáa útbúgvið fólk heimaftur - eitt sum hevur fylt nógv í almenna kjakinum. Við at taka hetta arbeiðsøkið frá ljósmøðrunum, er Landssjúkrahúsið við til at forða fyri hesi gongdini.
Ljósmøðunar á Landssjúkrahúsinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder