Annað

Ruddingardagurin í Vága kommunu

Ruddingardagur leygardagin

2025-05-09 21:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 10. mai verður árligi ruddingardagurin í Vága kommunu. Kommunan bjóðar morgunmat í bygdarhúsinum, og tá vit eru liðug at rudda, verður disko suppa og drekkamunn í Virkishúsinum, og har verður eisini kreativ verkstova fyri børn. Plantupakkar at fáast í Vakstarhúsinum.

Skráin fyri dagin:

  • Kl. 09.30: Gakk og renn við Frælsi frá Bygdarhúsunum
  • Kl. 10.00: Morgunmatur í Bygdarhúsinum
  • Kl. 11.00–14.00: Rudding í kommununi
    • Posar kunnu heintast í bygdarhúsinum.
  • Kl. 14.00: Diskosuppa og kaffi í Virkishúsinum
    • Kreativ verkstova fyri børn
  • Kl. 14.00–16.00: Útflýggjan av plantupakkum í Vakstrarhúsinum, sí her.

Ruddingin
Øll eru vælkomin at rudda har, tey sjálvi ynskja – bæði í nærumhvørvinum og aðrastaðni í kommununi. Vit heita á øll um at seta ruskposarnar á tey avmerktu økini á kortinum, so tað verður lætt hjá arbeiðsfólki hjá kommununi at heinta seinni.

Ruddingardagurin er partur av Undurfagra Mai, ein dagførd skrá kann takast niður her.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder