
Tilboðið er galdandi fyri allar 9. flokks næmingar í kommununi og sleppa tey at arbeiða í tvær vikur.
Ungdómarnir kunnu velja at arbeiða innan tað grøna økið, sum er at fríðka um og at gera lendisarbeiði. Ella at arbeiða við verkætlanum á trivnaðarøkinum, so sum at skipa ymisk útiøkir runt um í kommununi.
Ung í arbeiði verður frá mánadegnum 29 juni til fríggjadagin 10. juli. Arbeitt verður 6 tímar um dagin, frá kl. 9:00 - 15:00.
Tilmelding til ung í arbeiði fer fram við at senda ein teldupost til [email protected]. Tá søkt verður skal viðmerkjast á hvørjum øki tú hevur áhuga í at arbeiða. Freistin at søkja er týsdagin 23. juni á middegi.
Tey sum sleppa við í ung í arbeiði fáa sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út við praktiskum upplýsingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald