Vinna

Aftur eitt gott ár hjá Smyril Line

...

2015-03-30 17:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árið 2014 gjørdist aftur eitt ár við framgongd hjá Smyril Line, og eitt ár, har Smyril Line hevur konsoliderað bæði raksturin og fíggjarstøðuna.

??rslitið fyri 2014 var eitt yvirskot á 36,1 mió. kr. Bæði nevnd og stjórn eru væl nøgd við úrslitið, boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.

Høvuðsorsøkin til betraða úrslitið er ein støðugur vøkstur í søluni, og effektivur rakstur.

- Staðfestast kann, at flest allir pílar hjá Smyril Line venda rætta vegin. Sølan er hækkað, fleiri ferðafólk, meira farm, betri tænastustøði og lægri oljuprís. Vit fegnast somuleiðis um, at einki óhapp av týdningi hevur verið, hvørki á ferðafólk, starvsfólk, skip ella farm. Hetta samsvarar væl við, at Norrøna, av Sjóvinnustýrinum, varð kosin ársins skip.

Felagið hevur havt eina framgongd í ferðafólkasøluni á umleið 5 prosent, ein øking í umborðsøluni á 3 prosent meðan fraktsølan er á sama støðið sum í 2013.

Smyril Line útveitti í 2006, av fíggjarligum orsøkum, alt farmavirksemið til Blue Water.

Á heysti 2014 bleiv avtala gjørd um, at Smyril Line, tann 1. januar 2015, aftur yvirtók farmavirksemið frá Blue Water í Føroyum. Við hesari yvirtøku, er Smyril Line einasta felag, ið veitir farmaflutning millum Føroyar og útheimin við útgangsstøðið í Føroyum.

Nevndin staðfestir, at gongdin seinastu árini hevur verið jalig og at úrslitini fyri bæði 2013 og 2014 hava verið góð. Mett verður eisini, at útlitini fyri 2015 eru góð og at felagið hevur góðar møguleikar fyri enn betri rakstri í 2015, samanborði við undanfarin ár.

Smyril Line hevði aðalfund fríggjadagin, har ársroknskapurin fyri 2014 var lagdur fram og góðkendur.

Í nevndini í Smyril Line eru: Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, Hendrik Egholm og Arne Joensen, nevndarlimir. Tilsamans starvast umleið 250 fólk hjá Smyril Line samtakinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder