2016-07-17 12:36

Kl. 11.08 í morgun fekk MRCC umvegis politistøðina fráboðan um at ein maður var omandottin nærhendis Syðrugøtu.
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog varð boðsend og flutti mannin á landssjúkrahúsið - tíbetur var skaðin, sum maðurin fekk, ikki stórur.
Í gjár var ein persónur óheppin á fjøllunum nærhendis Viðareiði, persónurin breit beinið. Tað var so tjúkt í mjørka norðanfyri, at ikki var hugsan um, at tyrlan kundi flúgva har norðuri - Bjargingarfelagið varð tí boðsent og fekk persónin oman úr fjøllinum í øllum góðum og síðan á sjúkrahús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald