Grannauppgerðin millum Neistan og Kyndil gjørdist ein sannur gýsari. Liðini skiftust at liggja omaná, hálvleikstøðan var at Kyndil førdi 15-18, eftir at javnleikur var í 25. minutti, tá fekk Neistin eina útvísing, sum Kyndil gjørdi sær dælt av og fekk 3 mál.
Sama gongdin var í seinna hálvleiki, móti endanum gjørdist eitt sindur rokaligt - í 24. og 25. minutti vóru 4 útvísingar 1 til Neistan og 3 til Kyndil, støðan í 27 minutti gjørdist 29-29, Neistin fer framum í 28 minutti til støðuna 30-29. Í kyndlamálinum bjargaðiMladen brotskasti í síðsta minutti, so Bárður Johannesen kundi skjóta útjavnandi málið fyri Kyndil 10 sekund fyri leiklok - javnleikur 30-30.
Kyndil: Mikkjal Hansen, Bjørn Mohr, John í Innistovu 3, Teitur Magnusson 9, Rói Hansen 2, Sjúrður Thomassen 1, Kristian Dulavík, Herbjørn Lava 3, Juguslav Djumic 10, Alex Buha, Hjalti í Jákupsstovu, Plagoji Buha og Terji Mørk 2.
Neistin: Joen Pauli Johannesen, Mladin Kj. Macka, Hans Arni Thomsen, Andrias Sólsker, Josef Abrahamsen 1, Oyvind Lútzen 5, Høgni Klein Olsen 4, David Edvardsen 9, Hjalti Bachmann 2,Ludvík Sunason, Bárður Johannesen 1, Finnur Hansson 3, Tróndur Joensen 2 og Dávur Clementsen.
Støður:
5. min. 3-3
10. min. 4-6
15. min. 8-9
20. min. 12-13
25. min. 15-15
30. min. 15-18
35. min. 17-21
40. min. 22-23
45. min. 23-25
50. min. 26-27
55. min. 28-28
60. min. 30-30.
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.
Sí eisini: StÍF vann 29-24 á meistarnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald