Vinna

865 milliónir í lønum í oktober - stígur komin í

...

2020-11-17 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan: Í oktober vóðru góðar 865 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 23 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.

??tgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp.

1 000 kr.LønargjaldingarMánaðarliga??tgoldin lønÁrstíðarjavnað lønTrendurJan '11Jan '12Jan '13Jan '14Jan '15Jan '16Jan '17Jan '18Jan '19Jan '20Jul '11Jul '12Jul '13Jul '14Jul '15Jul '16Jul '17Jul '18Jul '19Jul '201990200020101.000.000250.000500.000750.000864.706 tús. kr.September 2012??? ??tgoldin løn: 578.018 tús. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Hjá bæði kvinnum og monnum vaksa lønarútgjaldingarnar ikki longur .

1.000 kr.Lønargjaldingar, kynútgoldin løn, trendurMannfólkTrendurKonufólkTrendurJan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '2019902000201020200250.000500.000750.000533.816 tús. kr.330.890 tús. kr.Apríl 2016??? Mannfólk: 446.430 tús. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. 

Meðan lítil vøkstur framvegis hómast í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu og aðrari tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'.

1.000 kr.Lønargjaldingar, vinnugreinabólkarútgoldin løn, trendurTrendurAlmenn o.o. tænastaTrendurPrivatar tænastuvinnurTrendurByggivinna o.o. tilvirkingTrendurFiskivinna o.o. tilfeingisvinnaJan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '2020002020100.000200.000300.000400.000270.651 tús. kr.
1.000 kr.Lønargjaldingar, vinnugreinabólkarútgoldin løn, trendurFiskivinna o.o. tilfeingisvinnaTrendurByggivinna o.o. tilvirkingTrendurPrivatar tænastuvinnurTrendurAlmenn o.o. tænastaTrendurJan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20200020200100.000200.000300.000156.258 tús. kr.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder