2017-03-10 21:35

Løgreglan gjørdi beint fyri middag §13 kanningar í Vágum. Teir stóðu á tveimum støðum, í Miðvági stóðu teir við kirkjuna, og so stóðu teir eisini á Giljanesi. 84 bilar blivu kannaðir. Løgreglan skrivaði 13 bøtur.
Fimm bilførarar høvdu ikki koyrikort uppi á sær, og fingu tí bót fyri tað. Fýra sótu ikki í trygdarbelti. Á tveimum bilinum riggaðu lyktirnar ikki sum tær skuldu. Ein førari fekk bót fyri at tosa í telefon meðan hann koyrdi, og ein fekk bót fyri slitin dekk, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini fyri jn.fo í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald