Vinna

7 grundstykkir í ??ðuvík

...

2021-12-14 11:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á býráðsfundinum hin 25. november 2021 samtykti býráðið, eftir tilmæli og samtykt frá ávikavíst teknisku deild og Byggi- og býarskipanarnevndini, at útstykkingin í Lítlatúni í ??ðuvík verður send Umhvørvisstovuni til sundurbýtingar.

Eftir at JHR Entreprenørar í Rituvík áttu lægsta boðið, skrivaðu Rúni Petersen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fyri einum góðum ári síðan undir sáttmála um útstykking av 7 grundstykkjum í ??ðuvík. Sáttmálin kostaði 2,3 milliónir krónur og við í verkætlanini eru útgrevstur, planering, gøtuljós, kantsteinar og asfalteraður vegur. Áðrenn hesa útstykkingina var onki kommunalt grundstykki tøkt í bygdini og kommunan átti frammanundan jørðina undir útstykkingini. Søluprísurin í ??ðuvík er 400 krónur fyri fermeturin.

Fríggjadagin í seinastu viku handaði JHR-stjórin borgarstjóranum útstykkingina, og nú kunnu áhugað venda sær til Runavíkar kommunu, um áhugi er fyri at ogna sær eitt av stykkjunum. Til ber at venda sær til[email protected]ella til Eyðun Rasmussen á fartlf. 237028.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder