Vinna

53.613 fólk búðu í Føroyum 1. november í ár

...

2021-12-10 13:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkatalið er vaksið við 810 samanborið við somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur uppá 1,5%. Meira enn helvtin av vøkstrinum er í Streymoynni.

Gongdin í fólkatalinum seinastu árini sæst í myndini niðanfyri.

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurNov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '21Sep '21Nov '21199020002010202050.00051.00052.00053.00054.00053.613

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 268, og tveir triðingar koma av eini nettoflyting á 542.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Kelda: Hagstova FøroyaTil- og fráflytingTrendurMált - Flutt til FøroyaMált - Flutt úr FøroyumTrendur - Flutt til FøroyaTrendur - Flutt úr FøroyumJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21200020200100200300

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

Kelda: Hagstova FøroyaFødd og deyðTrendurMált - Livandi føddMált - DeyðTrendur - Livandi føddTrendur - DeyðJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '2120002020050100

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í oyggjunum 1. nov í 2020 og 2021.
Fólkatalið vaks mest í Streymoynni og Eysturoynni við ávikavist 1,8% og 1,9%. Samanlagt svarar tað til 84% av samlaða fólkavøkstrinum seinasta árið. Fólkatalið í hesum báðum oyggjum er samstundis tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið. 

Afturgongdin í fólkatalinum var størst í Sandoynni, har fólkatalið minkaði við 22 fólkum ella 1,8% seinasta árið.

Fólkatalið í oyggjum

nov 2020 ??? nov 2021

 novembermunur
 20202021persónar%
Tilsamans52.80353.6138101,5
Fugloy4138-3-7,3
Svínoy313100,0
Viðoy60160761,0
Borðoy5.3775.461841,6
Kunoy14614600,0
Kalsoy787911,3
Eysturoy11.95012.1822321,9
Streymoy25.01325.4624491,8
Hestur2017-3-15,0
Koltur000-
Nólsoy233227-6-2,6
Vágar3.3443.393491,5
Mykines1615-1-6,3
Sandoy1.2541.232-22-1,8
Skúgvoy3431-3-8,8
Stóra Dímun101000,0
Suðuroy4.6554.682270,6

 

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder