JN

30 ár eru ikki 30 dagar

...

2021-08-20 14:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

VÁGA KOMMUNA:  Á kommunuskrivstovuni mikudagin, var móttøka fyri Albert Thomassen, fíggjarleiðara í Vága kommunu. Tann 1. august 1991, byrjaði Albert Thomassen í føstum starvi, í tá Sandavágs kommunu, sum skrivari, og tískil vóru tað 1. august 2021 liðin 30 ár síðan hann fekk sína føst gongd á Hammershaimbsvegi 1. Fyrstu tíðina var hann einsamallur á skrivstovuni.

Nógv fólk vóru komin saman at heiðra Albert, og Bjarni Prior, borgarstjóri segði nøkur orð og handaði Albert eina gávu. Millum annað takkaði borgarstjórin Alberti fyri góða ráðgeving og stuðul í síni tíð sum nýggjur í politikki og í sessinum sum borgarstjóri.

Sjálvur segði Albert eisini nøkur orð. Millum annað fortaldi hann, at longu í 1981 byrjaði hann at taka sær av bókhaldinum hjá Sandavágs kommunu. So alt í alt eru 40 ár liðin, síðan Albert byrjaði sína yrkiskleið í kommunalum høpi.

Hjartaliga til lukku við starvsdegnum, vónandi verður tú her í nøkur ár afturat.

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder