Ítróttur

28 leikarar til vetrarvenjing

...

2013-10-26 01:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FSF: Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sent boð eftir 28 leikarum til vetrarvenjingarnar hjá A-landsliðnum við monnum

Mánadagin 28. oktober verða fyrstu vetrarvenjingarnar við føroyska A-landsliðnum við monnum, sum um góðar tríggjar viku skal spæla vinardyst á útivølli ímóti Malta.


Eftir ætlan verður vant tríggjar ferðir um vikuna fram til 19. desember, og í hesum tíðarskeði, umframt at spæla ímóti Malta, verða møguligir dystir eisini spældir ímóti føroyska U21-landsliðnum, sum komandi dagarnar fer undir fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin ímóti Írlandi, sum verður í Dublin fríggjadagin 15. november.

Í hesum sambandi hava Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, sent boð eftir 28 leikarum.

Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy og Tórður Thomsen, B36.
Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen, Christian R. Mouritsen, Teitur M. Gestsson, Hans Jørgensen, Kristin Mouritsen og Heini Vatnsdal, HB.
Rói Danielsen, Símun Rógvi Hansen og Jobin Drangastein, AB.
Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen og Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur.
Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Kaj Leo í Bartalstovu og Finnur Justinussen, Víkingur.
Dánjal á Lakjuni, ÍF.
Páll Klettskarð og Álvur Christiansen, KÍ.
Kristian Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin, Einar Tróndargjógv og Klæmint A. Olsen, NSÍ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder