Hagstovan.fo:
Tað vóru góð 27.500 í løntakaraskaranum í november. Tað eru stívliga 300 fleiri enn í november í fjør, ið svarar til ein vøkstur upp á 1,2%.
Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at seinastu mánaðirnar hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum. Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.
Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.
Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.
Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani ???Flætta graf í síðu???. Trýstið á knøttin ???Avrita kotu??? og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.
Menn og kvinnur
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í november vóru um 14.150 menn og 13.350 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er nærum 150 fleiri menn og knappliga 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.
Vinnugreinabólkar
Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.
Trendurin vísir, at vøkstur er í 'privatu tænastuvinnunum'. Løntakarararnir í 'privatu tænastuvinnunum' eru nú fleiri, enn teir vóru áðrenn koronufarsóttin rakti. Hinvegin er vøksturin er í 'almennari o.a. tænastu' steðgaður upp. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið.
Løntakarar, vinnugreinabólkar
nov 2020 ??? nov 2021
november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | Tal | % | |
Tilsamans | 27.191 | 27.513 | 322 | 1,2 |
Almenn o.o. tænasta | 9.971 | 10.102 | 131 | 1,3 |
-???Landsfyrisiting | 639 | 652 | 13 | 2,0 |
-???Kommunur og ríkisstovnar | 3.794 | 3.784 | -10 | -0,3 |
-???Undirvísing | 1.838 | 1.894 | 56 | 3,0 |
-???Heilsu- og almannaverk | 3.700 | 3.772 | 72 | 1,9 |
Privatar tænastuvinnur | 8.612 | 8.976 | 364 | 4,2 |
Vinnuligar tænastur | 929 | 993 | 64 | 6,9 |
Handil og umvæling | 3.208 | 3.335 | 127 | 4,0 |
Gistihús og matstovuvirki | 743 | 891 | 148 | 19,9 |
Sjóflutningur | 835 | 815 | -20 | -2,4 |
Flutningur annars | 766 | 772 | 6 | 0,8 |
Postur og fjarskifti | 319 | 317 | -2 | -0,6 |
Fígging og trygging | 744 | 751 | 7 | 0,9 |
Húshaldstænastur | 389 | 397 | 8 | 2,1 |
Felagsskapir, mentan o.a. | 679 | 705 | 26 | 3,8 |
Byggivinna o.o. tilvirking | 4.371 | 4.248 | -123 | -2,8 |
Skipasmiðjur, smiðjur | 848 | 781 | -67 | -7,9 |
Annar ídnaður | 869 | 824 | -45 | -5,2 |
Bygging | 2.473 | 2.464 | -9 | -0,4 |
Orku- og vatnveiting | 181 | 179 | -2 | -1,1 |
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna | 4.237 | 4.187 | -50 | -1,2 |
Landbúnaður | 78 | 87 | 9 | 11,5 |
Fiskiskapur | 1.349 | 1.271 | -78 | -5,8 |
Ali- og kryvjivirki | 1.231 | 1.347 | 116 | 9,4 |
Ráevnisvinna | 84 | 101 | 17 | 20,2 |
Fiskavøruídnaður | 1.442 | 1.297 | -145 | -10,1 |
??tilskilað v.m. | 53 | 84 | 31 | 58,5 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald