Vinna

27.400 løntakarar í september ??? vøksturin er avtakandi

...

2021-10-13 17:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

Tað vóru góð 27.400 í løntakaraskaranum í september. Tað eru stívliga 500 fleiri enn í september í fjør.

Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at seinastu mánaðirnar hevur vøksturin í løntakaratalinum verið avtakandi.

Kelda: Hagstova FøroyapersónarLøntakararLøntakararÁrstíðarjavnaðTrendurSep '11Jan '12Mai '12Sep '12Jan '13Mai '13Sep '13Jan '14Mai '14Sep '14Jan '15Mai '15Sep '15Jan '16Mai '16Sep '16Jan '17Mai '17Sep '17Jan '18Mai '18Sep '18Jan '19Mai '19Sep '19Jan '20Mai '20Sep '20Jan '21Mai '21Sep '211990200020102???20.00022.50025.00027.50030.00027.425

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.

Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani ???Flætta graf í síðu???. Trýstið á knøttin ???Avrita kotu??? og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Menn og kvinnur

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í september vóru um 14.000 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað eru 150 fleiri menn og stívliga 350 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.

Kelda: Hagstova FøroyapersónarLøntakarar, kynMannfólkTrendurKonufólkTrendurJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '212000202010.00012.00014.00016.00014.03313.392

Vinnugreinabólkar

Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.

Trendurin vísir, at vøkstur er í 'privatu tænastuvinnunum', meðan vøksturin sum hevur verið í 'almennari o.a. tænastu' er steðgaður upp. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014. 

Kelda: Hagstova FøroyapersónarLøntakarar, vinnugreinabólkarTrendurAlmenn o.o. tænastaTrendurPrivatar tænastuvinnurTrendurByggivinna o.o. tilvirkingTrendurFiskivinna o.o. tilfeingisvinnaJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21200020208.00010.0006.00012.0008.99610.066
Kelda: Hagstova FøroyapersónarLøntakarar, vinnugreinabólkarTrendurAlmenn o.o. tænastaTrendurPrivatar tænastuvinnurTrendurByggivinna o.o. tilvirkingTrendurFiskivinna o.o. tilfeingisvinnaJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21200020202.0003.0004.0005.0004.1984.165

Løntakarar, vinnugreinabólkar

sep 2020 ??? sep 2021

 septembermunur
 20202021Tal%
Tilsamans26.91327.4255121,9
Almenn o.o. tænasta9.76810.0662983,1
-???Landsfyrisiting65165650,8
-???Kommunur og ríkisstovnar3.6413.7941534,2
-???Undirvísing1.7981.855573,2
-???Heilsu- og almannaverk3.6783.761832,3
Privatar tænastuvinnur8.6868.9963103,6
Vinnuligar tænastur914985717,8
Handil og umvæling3.2193.287682,1
Gistihús og matstovuvirki74791516822,5
Sjóflutningur865831-34-3,9
Flutningur annars795785-10-1,3
Postur og fjarskifti328321-7-2,1
Fígging og trygging742737-5-0,7
Húshaldstænastur379394154,0
Felagsskapir, mentan o.a.697741446,3
Byggivinna o.o. tilvirking4.2864.165-121-2,8
Skipasmiðjur, smiðjur837774-63-7,5
Annar ídnaður853820-33-3,9
Bygging2.4102.394-16-0,7
Orku- og vatnveiting186177-9-4,8
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna4.1734.198250,6
Landbúnaður9875-23-23,5
Fiskiskapur1.2681.314463,6
Ali- og kryvjivirki1.1841.2951119,4
Ráevnisvinna86991315,1
Fiskavøruídnaður1.4621.347-115-7,9
??tilskilað v.m.7568-7-9,3

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder