JN

250 menn kunnaðu seg um krabbamein

...

2014-01-29 01:39 Author image
placeholder

Dyggiliga undirtøkan fyri kunnandi tiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum á Hotel Føroyum týskvøldið ber boð um, at føroysk mannfólk taka vandan við krabbameini í størri álvara nú enn nakrantíð, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen.


Upprunaliga var helvtin av tí stóra salinum á Hotel Føroyum settur av til kunnandi tiltakið um menn og krabbamein. Hetta vísti seg at vera alt ov lítið, tí undirtøkan var ovurstór, og tí varð latið upp fyri øllum salinum. Umleið 250 menn nýttu høvið at koma at lurta eftir Johan Poulsen, serlækna, ið hevur serkunnað seg í krabbameini í bløðruhálskertli og eistrum, og Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, sum tvær ferðir hevur verið raktur av krabbameini.

Ásannandi frá royndum, at menn í nógv minni mun enn kvinnur nýta tey tilboð, sum Krabbameinsfelagið hevur um kunning, hjálp og vegleiðing í sambandi við krabbamein, var kunnandi tiltakið hesaferð bert ætlað monnum.

- Tá vit skipaði fyri líknandi tiltaki fyri gott trimum árum síðani, var undirtøkan sera góð. Hesaferð var hon uppaftur størri, og tað fegnast vit stórliga um, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.

Johan Poulsen vísti á, at menn ikki er nær so góðir til at ansa eftir og kanna seg, sum konufólk eru.

- Høgtølini vísa, at mannfólk í vesturheiminum í miðal liva fimm ár styttri, enn konufólk. Høvuðsorsøkin er uttan iva, at mannfólk í størri mun ignorera tey vandatekin, sum eru, og fara ov seint til lækna at verða kannaðir, sigur Johan Poulsen.

Føroyski serlæknin hevur áralangar royndir við krabbasjúkum, og arbeiðir sum serlækni á sjúkrahúsinum í Aalborg, eins og hann starvast á sjúkrahúsi í London umleið einaferð um mánaðin. Umleið 4-5 ferðir um árið er hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann kannar og viðger føroyskar sjúklingar.

Johan Poulsen vísti á, at talið av teimum, sum fáa staðfest krabba í bløðruhálskertli (prostata), er tvífaldað seinnu árini. Ikki tí, at illgruni er um, at sjúkan er í vøkstri, men tí fleiri blóðroyndir verða tiknar og kanningar gjørdar, og tí verður sjúkan nú oftari staðfest.

- Bara fyri 10-20 árum síðani var tað eitt ógvuliga afturhaldandi sýn á bløðruhálskrabba, men soleiðis er tíbetur ikki longur, sjálvt um menn framvegis eru munandi meiri afturhaldandi enn kvinnur at lata seg kanna, sigur Johan Poulsen.

Tølini fyri lekidóm fyri krabba í oystrunum eru sera góð. Sambært Johan Poulsen er tað ógvuliga sjáldan, at menn doyggja av hesi sjúku, tí viðgerðin við antin strálum ella kemo ??? alt eftir hvat slag av sjúku talan er um ??? er sera effektiv.

Johan Poulsen ræður ungum monnum, ið kanska hava ein pápa ella abba, sum er raktur av bløðruhálskrabba, at lata seg kanna longu sum 40 ára gamlir. Tað vísir seg nevniliga, at sjúkan í 10 prosent av førunum er arvalig. Tess fyrr sjúkan verður funnin, tess størri eru sannlíkindini fyri at verða lektur.

Bjarni Djurholm greiddi frá, tá hann fyrstu ferð fekk staðfest krabbamein í eistrunum, og hvussu hetta fullkomiliga broytti lívið hjá sær.

- Sorgleysi gerandisdagurin gerst brádliga ikki so sjálvsagdur, og lívið er ikki longur ein sjálvfylgja. Boðini um krabbamein er skelkurin, sum ristir ein í grundvøllinum. Tú veitst, at uttan viðgerð, er úrslitið meira enn ivasamt, segði løgtingsmaðurin, sum í mong ár var landsstýrismaður, eftir fyrstu ferð at hava fingið staðfest sjúkuna.

Bjarni Djurholm kom inn á sorg og deyðsangist, ið gerast veruleikar, og sum eru truplir at rúma og torførir at fyrihalda seg til. Tann krabbameinsrakti kennir seg hjálparleysan og ofta einsamallan.

-Hóast sjúkrahúsverkið hjá okkum eftir míni fatan er framúr at taka sær av krabbameinssjúklingum, og Krabbameins­felagið stendur sum ein dyggur viti og hjálpari í neyðini, so vildi eg ynskt, at sálarligi parturin átti størri rúmd í samlaðu viðgerðini. Tað mín pástandur, at øllum tørva sálarterapi í rúma tíð eftir at sjúkan er staðfest, segði Bjarni Djurholm.

Hann vísti á, at mong søkja sær hjálp í bøn, tá slík álvarslig sjúka er staðfest.

- Hetta er eg avgjørt nakað, eg kann viðmæla. Somuleiðis vissan um, at onnur hugsa um teg, kanska biðja fyri tær, at man er viðkomandi fyri familju, vinir og kenningar - ja, tað er ein fantastisk hjálp, tá neyðin er størst, segði Bjarni Djurholm, ið kom undan strálukanónunum á Ríkissjúkrahúsinum og beint í ein landsstýrissess í august 2000, har hann sat til 2008. Landsstýrissessinum tók hann við eftir at hava ráðført meg við lækna sín, sum helt, at hann sjálvur best føldi, hvat hann megnaði.

Bjarni Djurholm ávaraði harðliga ímóti at fortreingja tann sálarliga partin, sum hann gjørdi øll árini í landsstýrinum.

- ??rslitið var, at tá eg fór úr landsstýrinum átta ár seinni, komu sálarligar reaktiónir, kvølurnar, sum eg ikki hevði fingið uppá pláss, men heldur fortrongt. Eg hevði onkursvegna mist sambandið við meg sjálvan og tíverri kanska eisini við familjuna í øllum arbeiðsmeldrinum. So onkursvegna stóð eg sum á berum.

Hann vendi sær til Krabbameinsfelagið og fekk ávíst samtaluterapi hjá sálarfrøðingi nakrar ferðir, sum gjørdu góðan mun. Nakað, sum hann sjálvandi skuldi havt avgreitt fleiri ár frammanundan, heldur hann.

-Moralurin í mínari søgu er, at krabbamein veruliga skelkar á botn, skakar grundvøllin. Hinvegin eru útlitini fyri lekidømi góð og alsamt batnandi. Tað er alneyðugt at fáa ruddað upp í sálarliga hurlivasanum, so vit ikki enda sum maniskir arbeiðsnarkomanar, introvertir persónar ella bara cancerfobisk menniskju, sum ikki finna gleði í gerandisdegnum, segði Bjarni Djurholm.

Hann vildi tó pástanda, at ein krabbameinsdiagnosa í dag ikki er endin, men byrjanin til eitt øðrvísi og ofta strævnari lív, sum tó oftast hevur ein góðan enda.

Samanumtikið eitt sera áhugvert og upplýsandi tiltak, sum Krabbameinsfelagið skipaði fyri á Hotel Føroyum týskvøldið undir heitinum ???Menn og krabbamein???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder