2015-01-31 04:21
Í morgun vóru allar havnirnar á Eysturlandinum í Íslandi fullar av skipum, veðrið á lodnufeltinum norðanfyri var sera ólagaligt, og tí valdu teir at fara inn at landa. - uml. 20 norsk skip vóru inni og landaðu - antin á Fáskrúðsfirði, Eskjufirði ella Norðfirði og á Seyðisfirði landaðu íslendsk skip í morgun, á Seyðisfirði var eingin lodna landað í 2014. -
Fiskiskapurin hevur verið góður, tey flestu skipini hava roynt vestur úr Grimsey.
Lodnan sum samlast norðanfyri, ferðast fyrst eystureftir, síðan suður við Eysturlandinum vestur móti Reykkjanesi og norður í Faxaflógvan.
Av føroyskum skipum hevur bara Norðborg riggað til enn, Norðborg fer avstað í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald