2021-10-07 18:22
Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
10 persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum. Hini trý eru staðfest smittað við kanning á øðrum og fjórða degi eftir komu til Føroyar.
1519 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 128 smittað í Føroyum, og tveir persónar eru innlagdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald