![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Nú verður enn lættari at heinta og lata inn pakkar
Nýggjar pakkastøðir: frá í dag, 1. oktober, fara Posta og Magn undir nýtt samstarv, ið merkir, at viðskiftafólk kunnu heinta og lata inn pakkar beinleiðis við kassan á Magn.
Internethandilin í Føroyum veksur við fullari ferð. Posta ber fleiri pakkar út enn nakrantíð áður við klæðum, innbúgvi, barnaútgerð og øðrum til føroyingar kring alt landið.
Frá í dag fara Posta og Magn undir eitt pakka-samstarv, ið merkir, at pakkar kunnu latast inn við kassan á Magn, bara postgjaldið er goldið frammanundan á Posta-appini. Samstundis kunnu pakkar, ið Posta ikki fær borið til dyrnar, t.d. um ongin er heima, heintast í upplatingartíðini hjá øllum Magn-støðum kring landið.
Posta víðkar tænastuna
Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, fegnast um møguleikarnar, ið samstarvið hevur við sær: ???Posta hevur arbeitt miðvíst við at betra tænastuna, eitt nú hava vit lanserað Posta-appina og sjálvgreiðsluna. Vit hoyra frá okkara viðskiftafolkum, at tey ynskja, at tað gerst einfaldari og smidligari at senda og heinta pakkar. Við pakkastøðini á Magn kann pakkin latast inn við kassan, tá ið postgjaldið er goldið á appini. Tá ein pakki skal heintast, er fráboðanarseðilin, sum vit øll kenna, nokk til at fáa pakkan útflýggjaðan. Vit víðka tænastuna og við hesum setir Posta nýggjan standard fyri, hvussu lætt pakkar kunnu avgreiðast.???
Pakkastøðirnar á Magn fylgja vanligu upplatingartíðunum, sum eru frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi allar dagar í vikuni. ???Júst tað er ein fyrimunur fyri viðskiftafólkini. Pakkastøðin er har, sum føroyingar longu eru,??? sigur Joel undir Leitinum. Tænastan væntast at koma nógvum føroyingum til góðar.
Finn Jakobsen, stjóri á Magn, sigur um samstarvið: ???Okkara støðir hava góðar staðsetingar. Við hesum meta vit at kunna veita ein góða tænastu til viðskiftafólk runt alt landið, so tað verður bæði lættari og skjótari at fara eftir sínum pakkum.???
Frá í dag av bera bláir postbilar fyrstu pakkarnar til heintan á Magn, eins og viðskiftafólk kunnu lata pakkar, ið eru goldnir á appini frammanundan, inn við vanliga kassan á Magn.
---
Soleiðis brúka viðskiftafólk Pakkastøðina
Tað er einfalt at heinta pakkar og lata pakkar inn á Magnstøðum kring alt landið, tá ið postgjaldið er goldið frammanundan.
Fyri at lata ein pakka inn á Magn
- Tak niður Posta-appina á App-store ella Google Play og skráset teg sum brúkara
- Rinda postgjaldið
- Skriva pakkakotuna á pakkan, umframt navn og bústað á avsendara og móttakara. Handa pakkan inn við kassan á Magn.
Fyri at heinta ein pakka á Magn
Posta ber framvegis pakkar til dyrnar kring alt landið. Men ert tú ikki heima, tá postboðið kemur, so verður pakkin í staðin latin til eina Magnstøð.
- Tak fráboðanarseðilin við, ið tú hevur fingið í postkassan. Á seðlinum stendur nær og á hvørjari Magnstøð pakkin kann heintast.
- Gevið gætur. Tað er neyðugt at hava fráboðanarseðilin við, tá tú skalt heinta pakkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald