JN

10'inda hvørt hús í Vágum stendur tómt (dagført)

...

2018-09-06 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Kommunurnar í Vágum hava sum aðrar kommunur í landinum lati inn tøl ið kommunufelagið hevur biði frá teimum, og tað var m.a. at siga hvussu nógv sethús vóru í kommununi og hvussu nógv av teimum standa tóm.

Vit hava fingið tølini frá teimum báðum kommununum í Vágum, og hava bygt eitt sindur víðari uppá tølini.

Í Vágum eru 1239 sethús og av teimum standa 138 hús tóm, tað vil siga at meira enn 10. hvør hús í Vágum hevur ikki nakran fastbúgvandi í teimum.

Hyggja vit eftir hvussu nógv fólk búgva í hvørjum húsið so búgva flest fólk í Sandavági saman. Í Sandavági búgva 3,14 fólk í miðal í teimum 292 húsinum fólk búgva í í Sandavági. Í Sørvágs kommunu búgva tað í miðal 2,81 fólk í hvørjum húsi.

Sí talvuna vit hava sett saman her.
Sandavágur Miðvágur Vatnsoyrar Sørvágs kommuna Samla
Sethús 325 421 17 476 1239
Tóm sethús 33 43 3 59 138
Tóm sethús í % 10,15% 10,21% 17,65% 12,39% 11,14%
Sethús har fólk búgva í 292 378 14 417 1101
Fólkatal í juni 916 1116 43 1171 3246
Fólk pr hús. 3,14 2,95 3,07 2,81 2,95

Tølini fyri Sørvágs kommunu eru fyri bygdirnar Sørvág, Bø og Gásadal.

Greinin er dagførd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder