Fyri einum ári síðani gavst Hiddenfjord við øllum loftvegis flutningi av laksi út á altjóða marknaðin. ??rslitið er, atCO2-útlatíð fyri langvegis flutning er minkað við heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons avCO2eindum.
Hiddenfjord er fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flúgva laks.
???Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt,??? sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. ???Flúgving av mati viðførir púra óneyðugtCO2-útlát.???
Ein stórur partur av aldum laksi verður fluttur flogvegis. ??tlát frá flogfrakt er ein týðandi partur av samlaðaCO2-útlátinum í heiminum. Ein kanning, sum norska kanningarstovan SINTEF gjørdi í 2020, vísur, at flogfrakt elvir til umleið fimmti ferðir meiraCO2samanborið við frakt, ið verður flutt sjóvegis.
At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita góðskuna á laksinum hevur ikki verið ein løtt uppgáva. Hetta hevur kravt nógvar royndir, nýhugsandi loysnir og eina serliga tøkuskipan, ið tryggjar, at góðskan á laksinum er í hásæti.
???Í fyrstani hildu keyparar uttanlands at vit vóru ør at taka eina slíka avgerð,??? sigur ??li Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. ???Men við tíðini hava vit prógvað, millum annað við smakkiroyndum, ið ein óheft kanningarstova hevur gjørt, at okkara laksur, ið verður fluttur sjóvegis, er minst líka góður sum laksur, sum verður flogin, og harumframt heldur hann sær longri.???
Niðanfyri sæst ein filmur, ið er framleiddur í sambandi við dagin, har Hiddenfjord eggjar øðrum í matvøruvinnuni at taka stig til at minka um síniCO2-útlát.
Leinkja til filmin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald