Ítróttur

07 Vestur: Vit eru errin av Sonna Ragnari

...

2013-11-05 01:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sportal.fo skrivar: Í gjárkvøldið var 19 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad fyri fyrstu ferð at síggja í donsku superliguni, tá hann bleiv skiftur inn fyri FC Midtjylland seint í dystinum móti Esbjerg.


Føroyski U21-landsliðsspælarin fór úr 07 Vestri til FC Midtjylland í fjør, og sambært formanninum í 07 Vestri, Jarnhold Nattestad, vóru tey ongantíð í iva um, at Sonni Ragnar Nattestad fór at fáa møguleikan í superliguni.

- Vit eru errin av, at 07 Vestur nú hevur latið ein spælara til donsku superliguna. Sjálvur haldi eg, at hann er ein av teimum bestu føroyingunum yvirhøvur á sínum plássi, og vit ivaðust ongantíð í, at hann fór at fáa ein dyst fyrr ella seinni, sigur Jarnhold Nattestad.

- Vit hava eisini havt samskifti við FC Midtjylland so at siga allatíðina, so tað kom ikki so óvart á hjá okkum, at hann nú hevur spælt sín fyrsta dyst í superliguni, sigur 07 Vestur-formaðurin.

Peningaliga hevur tað eisini nakað at siga fyri 07 Vestur, at Sonni Ragnar Nattestad stendur seg væl í FC Midtjylland. Jarnhold Nattestad vil ikki siga so øgiliga nógv um, júst hvussu sáttmálin við danska felagið er settur saman, men eftir hvat skilst frá øðrum keldum fær 07 Vestur eina ávísa upphædd, nú Sonni Ragnar hevur spælt sín fyrsta dyst í superliguni, og fleiri pengar kunnu vera á veg, um hann klárar seg væl.

- Tað er eitt sindur av pengum í hesum, men tað er ikki nakað, sum felagið livir ella doyr av, sigur Jarnhold Nattestad.

Les eisini samrøðu, sum Bold.dk gjørdi við Sonna Ragnar aftaná dystin í gjár her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder