2021-08-22 18:16

07 Vestur var seinnapartin á vitjan hjá ÍF í Fuglafirði. Fyri bæði liðini hevði dysturin stóran týdning at vinna.
Heimaliðið kundi við einum sigri koma uppá sama stigatal sum EB/Streymur ið er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fyri 07 Vestur hevði tað stóran týdning fyri at fáa luft niður til hini liðini í botnstríðnum.
Tað var ÍF ið legði seg á odda, tá ið Sølvi Egilsson gjørdi sjálvmál eftir 26. min. John Fagerstrom javnaði tá ið 40. min. vóru leiktir og var tað eisini hálvleiksstøðan.
Tá ið 6. min. vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Jens Joensen beinleiðis reytt kort, og ÍF mátti spæla restina av dystinum við einum manni færri.
Høgni E. Nielsen legði 07 Vestur á odda eftir 61. min. og vann 07 Vestur eisini dystin 2-1.
# | Lið | D | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald